Barnarættindasáttmálin hjá ST

Barnarættindasáttmálin hjá ST (á enskum Convention on the Rights of the Child, stytt UNCRC) sigur at børn hava sjálvstøðug rættindi eins og vaksin og eiga at verða tikin við og hoyrd, tá ið avgerðir verða tiknar, sum ávirka tey og umstøður teirra. Barnarættindasáttmálin tekur harumframt støði í, at barndómurin hevur virði í sær sjálvum, at børnum tørvar vernd, og at børn hava grundleggjandi borgarlig, búskaparlig, politisk, sosial og mentanarlig rættindi [1].

Føroyar staðfestu sáttmálan 1992. USA, Somalia og Suðursudan hava ikki staðfest sáttmálan.

ST samtykti í 1959 "Yvirlýsing um barnarættindi". Í yvirlýsingini eru 10 greinir, ið skulu verja børn og tryggja teimum vælferð. Men ein yvirlýsing er ikki bindandi. Tí skeyt Pólland upp í 1979, altjóða barnaárið, at gerast skuldi ein altjóða sáttmáli um barnarættindi. Lond, ið góðkenna ein altjóða sáttmála, binda seg samstundis at halda hann. Tann 20. november 1989 samtykti aðalfundurin hjá ST altjóðasáttmálan um barnarættindi [2]. Sáttmálin fekk gildi á heysti 1990, tá fleiri enn 20 lond høvdu staðfest hann.Føroya Løgting setti við kunngerð nr. 90 frá 7. oktober 1993 sáttmálan í gildi frá 11. mai 1993. Føroya Løgting setti við kunngerð nr. 90 frá 7. oktober 1993 sáttmálan í gildi frá 11. mai 1993. Nú hava fleiri enn 140 lond skrivað undir at halda tær 54 greinirnar í sáttmálanum [3].

Yvirlýsingin

rætta
  • Grein 1: Í hesum sáttmála er eitt barn at fata sum eitt og hvørt menniskja undir 18 ár, uttan so, at barnið er myndugt áður eftir teirri lóg, sum er galdandi fyri barnið.
  • Grein 2: Sáttmálalondini skulu virða og tryggja rættindi, ásett í hesum sáttmála, fyri øll børn innan fyri sítt rættardømi, uttan at gera mismun og uttan at taka atlit at ættarslagi, húðaliti, kyni, máli, trúgv, politiskari ella aðari áskoðan, tjóðskaparligum, etniskum ella sosialum uppruna, fíggjarviðurskiftum, brekum, føðing ella aðrari støðu. Sáttmálalondini skulu taka øll neyðug stig fyri at tryggja, at barnið er vart móti øllum mismuni ella revsing vegna støðu, virki, almannakunngjørdum áskoðanum ella trúgv hjá foreldrum, verjum ella familju.
  • Grein 3: Í øllum viðurskiftum viðvíkjandi børnum, líka mikið um hesi viðurskifti verða avgjørd av almennum ella privatum stovnum fyri sosialari vælferð, dómstólum, fyrisitingarmyndugleikum ella lóggevandi valdum, skal barnsins tørvur koma í fyrstu røð. Sáttmálalondini átaka sær at tryggja barninum ta verju og ta umsorgan, ið er neyðug fyri trivnað barnsins, tá atlit verða tikin at teimum rættindum og skyldum, ið eru galdandi fyri foreldur, verja ella onnur, ið hava løgfrøðiliga ábyrgd av barninum, og skulu, við hesum í huga, taka øll neyðug atlit, bæði viðvíkjandi lóggávu og fyrisiting. Sáttmálalondini skulu tryggja, at stovnar og tænastur, ið hava ábyrgd av umsorgan ella verju av børnum, skulu vera í samsvari við tey støði, ið eru ásett av málførum myndugleikum, serliga við atliti at trygd, heilsu, hóskandi tal av egnaðum starvsfólkum og serkønari umsjón.
  • Grein 4: Sáttmálalondini skulu taka øll neyðug lóggávustig, eins og fyrisitingarlig stig og onnur stig, til tess at tryggja tey rættindi, ið eru viðurkend í hesum sáttmála. Tá talan er um fíggjarlig, sosial og mentanarlig rættindi skulu sáttmálalondini taka slík stig í størst møguligan mun innan fyri tað tilfeingið, ið er til taks, og har tað er neyðugt, innan fyri karmarnar av altjóða samstarvi.
  • Grein 5: Sáttmálalondini skulu virða ta ábyrgd og tey rættindi og skyldur, sum foreldrini hava, ella, har hetta er galdandi, samsvarandi ábyrgd, rættindi og skyldur fyri familjuna ella fyri samfelagið í samsvari við siðvenju á staðnum, umframt verjar ella onnur við løgfrøðiligari ábyrgd av barninum, til, á ein hátt, sum svarar til ávegis menningina av barnsins evnum, at veita hóskandi vegleiðing og stuðul til barnið, meðan tað útinnir tey rættindi, sum eru ásett í hesum sáttmála.
  • Grein 6: Sáttmálalondini viðurkenna, at eitt og hvørt barn hevur ein natúrligan rætt til lívið. Sáttmálalondini skulu í størst møguligan mun tryggja, at barnið livir og mennist.
  • Grein 7: Barnið skal verða skrásett beint eftir føðing og skal frá føðing hava rætt til eitt navn, rætt til at fáa ríkisborgararætt og, í tann mun tað ber til, rætt til at kenna og verða ansað av sínum foreldrum. Sáttmálalondini skulu tryggja útinnanina av hesum rættindum í samsvari við nationala lóggávu og skyldur sínar eftir teimum relevantu altjóða møguleikunum á hesum øki, serliga um barnið annars hevði verið uttan ríkisborgararætt.
  • Grein 8: Sáttmálalondini átaka sær at virða barnsins rætt til at varðveita sín samleika, eisini ríkisborgararætt, navn og familjuviðurskifti, sum viðurkend av lógini og uttan ólógliga uppílegging. Verður partur av ella allur samleiki barnsins frátikin barninum, skulu sáttmálalondini veita neyðuga hjálp og verju við tí fyri at eyga at endurvinna barninum samleika sín.
  • Grein 9: Sáttmálalondini skulu tryggja, at barnið ikki verður skilt frá foreldrum sínum móti vilja foreldranna, uttan so at málførir myndugleikar, hvørs avgerðir kunnu skjótast inn fyri ein dómstól, í samsvari við galdandi lóg og siðvenju avgera, at ein slíkur skilnaður er neyðugur við atliti at barnsins tørvi. Slík avgerð kann vera neyðug í serligum førum, t.d. vegna misnýtslu foreldranna ella vanrøkt av barninum, ella um foreldrini liva hvør sær, og avgerð skal takast um barnsins bústað. Í viðgerðini av einum og hvørjum máli eftir stk. 1 skulu allir áhugaðir partar hava høvi at luttaka í sakarmálsviðgerðini og framføra síni sjónarmið. Sáttmálalondini skulu virða rættin hjá einum barni, ið er skilt frá øðrum ella báðum foreldrum sínum, at hava regluligt persónligt samband og beinleiðis samband við bæði foreldrini, uttan so, at hetta stríðir móti barnsins tørvi.

Um ein slíkur skilnaður er úrslit av eini gerð, ið er sett í verk av einum sáttmálalandi, so sum fongsling, útvísing, forvísing ella deyði (eisini deyði av einhvørjari orsøk, meðan persónurin er í varðveitslu landsins) av einum ella báðum foreldrum ella av barninum, skal sáttmálalandið eftir áheitan geva foreldrunum, barninum ella, um neyðugt, einum øðrum í familjuni, avgerandi upplýsingarnar um, hvar hesi eru, uttan so at hesar upplýsingar eru til skaða fyri trivnað barnsins. Sáttmálalondini skulu harumframt tryggja, at slík áheitan ikki í sjálvum sær hevur við sær skaðiligar avleiðingar fyri foreldrini ella barnið.

  • Grein 10: Í samsvari við skyldurnar hjá sáttmálalondunum eftir grein 9, stk. 1, skulu umsóknir frá einum barni ella foreldrum tess um innferð til ella útferð úr einum sáttmálalandi við familjusamanføring fyri eyga, viðgerast jaliga, menniskjansliga og skjótt av sáttmálalandinum. Sáttmálalondini skulu harumframt tryggja, at slík umsókn ikki hevur við sær neiligar avleiðingar fyri umsøkjaran og familju hansara. Eitt barn, hvørs foreldur hava bústað í ymiskum londum, skal hava rætt til, uttan so at serligar umstøður eru galdandi, at hava regluligt persónligt og beinleiðis samband við bæði foreldrini. Við hesum í huga, og í samsvari við skyldur sínar eftir grein 9, stk. 1, skulu sáttmálalondini virða barnsins og foreldranna rætt at fara úr einum og hvørjum landi, eisini egnum landi, og til at koma inn í egið land. Rætturin at fara úr einum og hvørjum landi skal bert verða avmarkaður, um hetta er ásett í lóg og um henda avmarkan er neyðug í einum demokratiskum samfelag fyri at verja nationalu trygdina, almenna landaskilið (ordre public), fólkaheilsuna ella siðalagið, ella rættindi og frælsi hjá øðrum, og sum er í samsvari við tey rættindini, sum eru viðurkend í hesum sáttmála.
  • Grein 11: Sáttmálalondini skulu gera fyriskipanir, ið forða fyri, at børn ólógliga verða flutt til ella ikki koma aftur úr útlondum. Við hesum fyri eyga skulu sáttmálalondini arbeiða fyri at seta í verk millumtjóða avtalur ella at taka við avtalum, ið longu eru gjørdar.
  • Grein 12: Sáttmálalondini skulu tryggja einum barni, ið er ført fyri at hava egin sjónarmið, rættin til frítt at geva hesi sjónarmið til kennar í øllum viðurskiftum, ið hava við barnið at gera; sjónarmiðum barnsins skulu veitast ta tyngd, ið er hóskandi í mun til aldur tess og búning. Við hesum fyri eyga skal barnið serliga fáa høvi at geva sjónarmið síni til kennar, antin beinleiðis ella gjøgnum umboð ella gjøgnum hóskandi stovnar í samsvari við tær mannagongdir, ið eru ásettar í nationalari lóggávu, tá mál, ið viðvíkja barninum, verða viðgjørd av dømandi myndugleika ella fyrisitingarligum myndugleika,
  • Grein 13: Barnið skal hava framsøgufrælsi; hesin rættur, ið ikki er avmarkaður av landafrøðiligum mørkum, fevnir um at søkja, fáa og geva víðari upplýsingar og hugsanir av einum og hvørjum slag, antin munnliga, skrivliga ella á prenti, sum list ella á ein og hvønn annan hátt, sum barnið velur. Hesin rættur kann verða avmarkaður, men bert í tann mun hetta er ásett í lóggávu, og í tann mun hetta er neyðugt: 1) í mun til rættindi og umdømi hjá øðrum; ella 2) í mun til nationala trygd, landaskil (ordre public), fólkaheilsu ella siðalag.
  • Grein 14: Sáttmálalondini skulu virða barnsins rætt til hugsanar-, samvitsku- og trúarfrælsi. Sáttmálalondini skulu virða rættindi og skyldur foreldranna, og, um so er, hjá verjum, til, á ein hátt, ið samsvarar stigvísu menningina hjá barninum, at geva barninum leiðreglur, soleiðis at barnið kann útinna sín rætt. Frælsið at útinna sína trúgv ella sannføring kann bert verða avmarkað í tann mun, hetta er ásett í lóg, og í tann mun tað er neyðugt til tess at verja nationalu trygdina, landaskilið, fólkaheilsuna, siðalagið ella grundleggjandi rættindi og frælsi hjá øðrum.
  • Grein 15: Sáttmálalondini viðurkenna barnsins rætt til felagsfrælsi og frælsi tess at luttaka í friðarligum samkomum. Útinnanin av hesum rættindum má ikki verða avmarkað, uttan í tann mun hetta er ásett í lóg, og í tann mun tað er neyðugt fyri at verja nationalu trygdina, landaskilið (ordre public), fólkaheilsuna, siðalagið ella grundleggjandi rættindi og frælsi hjá øðrum.
  • Grein 16: Einki barn má verða fyri tilvildarligari ella ólógligari uppílegging í sítt privat- ella familjulív, sítt heim ella brævasamskifti ella fyri ólógligum álopi á æru ella umdømi. Barnið hevur rætt til lógarverju móti slíkari uppílegging ella slíkum álopi.
  • Grein 17: Sáttmálalondini viðurkenna týdningarmikla leiklutin hjá fjølmiðlunum og skulu tryggja, at barnið hevur atgongd til kunning og tilfar frá ymiskum nationalum og altjóða keldum, serliga teimum keldum, hvørs endamál tað er at fremja barnsins sosialu, andaligu og moralsku vælferð og kropsligu og sálarligu heilsu. Við hesum endamáli skulu sáttmálalondini: 1) eggja fjølmiðlunum at breiða út kunning og tilfar, ið er av sosialum og mentanarligum virði fyri barnið og í samsvari við andan í grein 29; 2) eggja til altjóða samstarv og framleiðslu, umskiftan og spjaðing av slíkum upplýsingum og tilfari frá ymiskum mentanarligum, nationalum og altjóða keldum; 3) eggja til framleiðslu og spjaðing av barnabókum; 4) eggja fjølmiðlunum til at taka serlig atlit at málsliga tørvinum hjá børnum, ið eru partur av einum minniluta ella einum upprunafólki; 5) eggja til menningina av hóskandi leiðreglum fyri at verja barnið móti upplýsing og tilfari, sum skaðar vælferð barnsins, jvb. ásetingarnar í greinunum 13 og 18.
  • Grein 18: Sáttmálalondini skulu stremba eftir at tryggja viðurkenningina av meginregluni um, at bæði foreldrini hava felags ábyrgd fyri uppalingini og menningini av barninum. Foreldrini, ella um so er, verjin, hava meginábyrgdina fyri uppalingini og menningini av barninum. Barnsins tørvur skal fyri tey koma í fyrstu røð. Við tí fyri eyga at tryggja og fremja tey rættindi, ið ásett eru í hesum sáttmála, skulu sáttmálalondini veita hóskandi hjálp til foreldur og verjar, tá hesi útinna skyldur sínar sum uppalarar av børnum, og skulu tryggja menningina av stovnum, skipanum og tænastuveitingum, ið veita umsorgan fyri børnum. Sáttmálalondini skulu taka øll neyðug atlit til tess at tryggja, at børn, hvørs foreldur arbeiða, hava rætt til at fáa lut í teimum umsorganarfyriskipanum, ið tey hava rætt
  • Grein 19: Sáttmálalondini skulu skulu taka øll neyðug lóggávu- og fyrisitingarlig atlit, eins og sosial og útbúgvingarlig atlit til tess at verja barnið móti øllum sløgum av kropsligum ella sálarligum ágangi, skaða ella vannýtslu, vanrøkt, ringari viðgerð ella misnýtslu, heruppií kynsligari misnýtslu, meðan barnið er hjá foreldrum, verjum ella øðrum. Slík verjandi atlit eiga í hóskandi mun at fevna um leiðreglur, bæði fyri gerð av sosialum skipanum, ið kunnu veita neyðuga stuðulin til barnið og til tey, ið barnið er hjá, eins og til onnur sløg av fyribyrging og eyðmerking, fráboðan, ávísing, kanning, viðgerð og eftirviðgerð av tilburðum av barnamisnýtslu sum frágreitt omanfyri og, um neyðugt, rættarsókn.
  • Grein 20: Eitt barn, ið fyribils ella støðugt er burturi frá familjuni ella sum, fyri sítt egna besta, ikki kann vera í hesum umhvørvi, hevur rætt til serliga verju og hjálp frá landinum. Sáttmálalondini skulu í samsvari við nationalan rætt tryggja slíkum barni aðra umsorgan. Slík umsorgan kann millum annað vera, at barnið verður fostrað upp aðrastaðni, Kafalah ella islamiskur rættur, ættleiðing ella, um neyðugt, at barnið verður sett í hóskandi barnastovn. Tá mett verður um møguligar loysnir, skal neyðugt fyrilit takast fyri ynskinum um samanhang í barnsins uppvøkstri og fyri etniska, trúarliga, mentanarliga og málsliga bakstøði barnsins.
  • Grein 21: Tey sáttmálalond, sum viðurkenna og/ella loyva ættleiðing, skulu tryggja, at tørvurin hjá barninum hevur avgerandi týdning, og skulu: tryggja, at ættleiðingin av barninum bert kann verða góðkend av málførum myndugleikum, sum, í samsvari við galdandi rætt og siðvenju og grundað á allar týðandi og álítandi upplýsingar, loyva ættleiðing, tá mett verður um støðu barnsins í mun til foreldur, avvarðandi og verjar, og, um neyðugt, at tey, ið verða merkt av ættleiðingini, á fullgóðum grundarlagi hava boðað frá samvitan síni um ættleiðingina við støði í neyðugu ráðgevingini; viðurkenna, at altjóða ættleiðing kann verða ein háttur at hava umsorgan fyri einum barni, um barnið ikki kann verða tikið til fosturs ella ættleitt til eina familju, ella um tað ikki á annan hátt ber til at hava umsorgan fyri barninum í heimlandi tess; tryggja, at barnið, tá talan er um altjóða ættleiðing, er vart eftir reglum, ið eru í samsvari við tær reglur, sum eru galdandi fyri nationala ættleiðing; um talan er um altjóða ættleiðing, taka øll neyðug atlit til tess at tryggja, at ættleiðingin ikki gevur teimum, ið hava virkað við til ættleiðingina, óhóskandi fíggjarligan vinning; fremja, har tað er hóskandi, endamálini við hesi grein við at gera millumtjóða skipanir ella avtalur og skulu, innan fyri hesar karmar, stremba eftir at tryggja, at ættleiðingin av barninum í einum øðrum landi verður framd gjøgnum avvarðandi myndugleikar o.l.
  • Grein 22: Sáttmálalondini skulu taka neyðugt atlit til tess at tryggja, at eitt barn, sum søkir um flóttafólkastatus, ella sum er at meta sum flóttafólk eftir galdandi altjóða ella nationalum rætti og siðvenjum, líkamikið um barnið er einsamalt ella saman við foreldrum ella øðrum, fær nøktandi verju og neyðhjálp og fær tey rættindi, sum eru ásett í hesum sáttmála og í øðrum altjóða reglum um mannarættindi ella neyðhjálp, har viðkomandi land luttekur. Við hesum fyri eyga skulu sáttmálalondini, í tann mun tað verður mett hóskandi, samstarva um eitt og hvørt átak hjá Sameindu Tjóðum og øðrum millumtjóða felagsskapum ella privatum felagsskapum, sum samstarva við Sameindu Tjóðir, og sum hava fyri eyga at verja og hjálpa hesum barni og at finna foreldur ella aðra familju hjá einum og hvørjum barni, sum er flóttarfólk, við tí endamáli at fáa til vega upplýsingar, sum eru neyðugar til tess at barnið kann verða sameint við familjuni. Um so er, at hvørki foreldrini ella onnur familja eru at finna, skal barnið, í samsvari við henda sáttmála, fáa somu verju sum eitt og hvørt annað barn, sum, líka mikið hvør orsøkin er, støðugt ella fyribils ikki er saman við familju síni.
  • Grein 23: Sáttmálalondini viðurkenna, at eitt sálarliga ella kropsliga brekað barn eigur at hava eitt innihaldsríkt og virðiligt lív undir viðurskiftum, sum tryggja virðing, fremja sjálvsálit og virka fyri barnsins luttøku í samfelagslívinum. Sáttmálalondini viðurkenna, at tað brekaða barnið hevur serligan rætt til umsorgan, og skulu, innan fyri teir karmar, ið eru tøkir, arbeiða fyri at tryggja barninum og teimum, sum varða av barninum, ta hjálp, ið søkt er um, og sum er rímilig í mun til støðu barnsins og í mun til umstøðurnar hjá foreldrunum ella øðrum, ið ansa barninum. Ásannandi, at brekað barn hevur serligan tørv, skal hjálp, ið verður veitt eftir stk. 2, vera ókeypis, tá hetta er gjørligt, og tá atlit verða tikin at fíggjarligu orkuni hjá foreldrunum ella øðrum, ið eru um barnið, og skal verða skipað fyri tí fyri eyga at tryggja, at tað brekaða barnið hevur óavmarkaða atgongd til og fær undirvísing, útbúgving, heilsurøkt og endurútbúgving, verður fyrireikað til arbeiðslívið og fær møguleikar fyri frítíðarvirksemi, alt á ein tílíkan hátt, sum best fremur barnsins sosialu tillaging og persónligu menning, eisini barnsins mentanarligu og andaligu menning.

Sáttmálalondini skulu, eftir andanum í altjóða samstarvinum, fremja umskifting av hóskandi kunning um fyribyrgjandi heilsurøkt og heiliráðsviðgerð, sálarfrøðiliga og funktionella viðgerð av brekaðum børnum, eisini spjaðing av og atgongd til kunning um ymiskar endurútbúgvingar, undirvísing og arbeiðsvegleiðing, til tess at gera tað gjørligt hjá sáttmálalondunum at betra um orku og vitan sína og at økja um sínar royndir á hesum økjum. Í hesum sambandi skulu serlig atlit takast at tørvinum hjá menningarlondunum.

  • Grein 24: Sáttmálalondini viðurkenna barnsins rætt at hava best møguligu heilsustøðu, at hava atgongd til sjúkuviðgerð og til endurbygging av heilsuni. Sáttmálalond skulu stremba eftir at tryggja, at einki barn missur rætt sín til atgongd at fáa slíka viðgerð og røkt. Sáttmálalondini skulu arbeiða fyri at gjøgnumføra henda rætt og skulu serliga arbeiða fyri at: 1) minka um smábarna- og barnadeyða; 2) at tryggja veitingina av neyðugari læknaligari hjálp og heilsurøkt til øll børn, við serligum denti á menningina av primeru heilsurøktini; 3) at niðurberja sjúku og hungur, og eisini, innan fyri karmarnar av primeru heilsurøktini, millum annað at nýta tøka tøkni og at veita hóskandi dygdarmat og reint drekkivatn, við atliti at teimum vandum, ið eru knýttir at umhvørvisdálking; 4) at tryggja kvinnum nøktandi viðgongu- og barsilsrøkt; 5) at tryggja, at allir bólkar í samfelagnum, serliga foreldur og børn, verða upplýst um og hava atgongd til undirvísing og verða stuðlað í nýtsluni av grundleggjandi vitan um heilsu og føðslu hjá børnum, fyrimunir við bróstageving, reinføri og reingerð av umhvørvinum og fyribyrging av óhappum; 6) at menna fyribyrgjandi sjúkrarøkt, ráðgeving av foreldrum og undirvísing og vegleiðing í sambandi við barnaavmarking.

Sáttmálalondini skulu taka øll nøktandi atlit til tess at beina burtur øll siðbundin ritual, sum skaða heilsuna hjá børnum. Sáttmálalondini binda seg til at fremja og stuðla altjóða samstarvi við tí endamáli stigvíst at fáa fulla útinnan av teimum rættindum, sum eru ásett í hesi grein. Í hesum sambandi skulu takast serlig atlit at tørvinum hjá menningarlondunum.

  • Grein 25: Sáttmálalondini viðurkenna rættin hjá einum barni, sum av myndugleikunum er tikið til fosturs, er tikið til verju ella fær viðgerð vegna sína kropsligu ella sálarligu heilsu, til javnan at fáa eftirmett ta viðgerð, sum barnið fær, og til at fáa eftirmett aðrar umstøður í hesum sambandi.
  • Grein 26: Sáttmálalondini skulu viðurkenna rætin hjá einum og hvørjum barni at hava sosiala trygd, eisini sosiala trygging, og skulu taka neyðugu atlitini fyri óavmarkað at fáa til vega henda rætt í samsvari við nationalan rætt. Har tað verður mett hóskandi eigur hjálpin at verða givin soleiðis, at atlit verða tikin at galdandi umstøðunum fyri barnið og tey, sum hava ábyrgdina av barnsins undirhaldi, og at atlit verða tikin at øllum øðrum umstøðum, sum hava týdning, tá barnið søkir um hjálp ella tá søkt verður um hjálp vegna barnið.
  • Grein 27: Sáttmálalondini viðurkenna rættin hjá einum og hvørjum barni til tey livikor, sum krevjast til kropsligu, sálarligu, andaligu, moralsku og sosialu menningina hjá barninum. Foreldrini ella onnur, sum hava ábyrgd av barninum, hava høvuðsábyrgdina av, eftir evni og fíggjarligari orku, at tryggja tey livikor, sum eru neyðug fyri at barnið kann verða ment. Sáttmálalondini skulu, í samsvari við national viðurskifti og innan fyri evni og fíggjarligu orku sína, taka hóskandi atlit fyri at hjálpa foreldrunum og øðrum við ábyrgd av barninum at fremja henda rætt og skulu, um tørvur er á tí, veita materiella hjálp og gera stuðulsskipanir, serliga við atliti at føðigóðsku, klæðum og bústaði.

Sáttmálalondini skulu taka øll neyðug atlit til tess at tryggja, at uppihaldspeningur til barnið verður fingin frá foreldrunum ella øðrum, ið hava fíggjarliga ábyrgd av barninum, bæði innanlands og uttanlands. Serliga í teimum førum har tann, ið hevur fíggjarligu ábyrgdina av barninum, býr í einum øðrum landi enn barnið, skal sáttmálalandið taka undir við altjóða avtalum, ið eru gjørdar, ella gera slíkar avtalur, umframt at seta í verk aðrar hóskandi skipanir.

  • Grein 28: Sáttmálalondini viðurkenna barnsins rætt til útbúgving, og skulu, til tess at fáa til vega henda rætt og grundað á meginregluna um javnstøðu, serliga: 1) gera grundútbúgving fyriskipaða og ókeypis atkomiliga fyri øll; 2) eggja til menningina av ymiskum sløgum av útbúgvingum, sum koma eftir grundútbúgvingina, eisini vanligar og fakligar útbúgvingar, gera hesar atkomiligar og náandi fyri eitt og hvørt barn og taka neyðugu atlitini, so sum at skipa fyri ókeypis útbúgving og tilboð um fíggjarligan styrk, um tørvur er á hesum; 3) gera hægri útbúgvingar atkomiligar fyri øll innan fyri karmarnar av teirra evnum og við øllum hóskandi møguleikum; 4) gera lestrarvegleiðing og arbeiðsvegleiðing atkomiliga og náandi fyri øll børn; 5) taka neyðugu atlitini fyri at eggja til regluliga luttøku í skúlagongd og fyri at avmarka fráfall.

Sáttmálalondini skulu taka øll neyðug atlit til tess at tryggja, at disiplinin í skúlanum verður fyrisitin soleiðis, at tign barnsins sum menniskja verður vird, og at hon er í samsvari við henda sáttmála. Sáttmálalondini skulu fremja og stuðla altjóða samstarvi um útbúgvingarmál, serliga við atliti at fáa burtur fávitsku og analfabetismu um allan heimin og lætta um atgongdina til vísindaliga og tøknifrøðiliga vitan og nýmótans undirvísingarhættir. Í hesum sambandi skulu serlig atlit takast at tørvinum hjá menningarlondunum.

  • Grein 29: Sáttmálalondini eru samd um, at endamálið við útbúgvingini av barninum er at: 1) menna barnsins møguleikar á fullgóðan hátt í mun til persónsmensku, evni og sálarliga og kropsliga orku; 2) menna virðingina fyri mannarættindunum og grundleggjandi frælsisrættindunum og fyri teimum meginreglum, ið eru ásettar í sáttmála Sameindu Tjóða; 3) menna virðingina fyri foreldrum barnsins, mentanarliga samleika sínum, máli og virðum og fyri nationalu virðunum í landinum, har barnið býr, og í landinum, haðani barnið upprunaliga er, og fyri mentanum, ið eru øðrvísi enn barnsins egna mentan; 4) fyrireika barnið til eitt ábyrgdarfult lív í einum frælsum samfelag við eini fatan av skilningi, friði, tolsemi, javnstøðu millum kynini og vinalagi millum øll fólk, etniskar og nationalar bólkar og trúarbólkar og við fólk, ið eru partur av einum upprunafólki; 5) menna virðingina fyri natúrliga umhvørvinum.

Eingin partur av hesi grein ella av grein 28 má verða tulkaður sum uppílegging í frælsið hjá einstaklingum ella felagsskapum at stovna og leiða undirvísingarstovnar. Atlit skulu tó altíð verða tikin at teimum meginreglum, sum eru ásettar í stk. 1 í hesi grein, umframt at atlit skulu verða tikin at krøvunum um, at undirvísing á slíkum stovnum skal lúka tey minstukrøv, ið eru ásett av landinum.

  • Grein 30: Í londum, ið hava etniskar, trúarligir ella málsligar minnilutar ella har upprunafólk eru, skal einum barni, ið er partur av einum slíkum minniluta ella upprunafólki, ikki verða noktað, saman við øðrum í sama bólki, at nýta egna mentan, at játta og nýta egna trúgv ella at nýta egið mál.
  • Grein 31: Sáttmálalondini viðurkenna rætt barnsins til hvílu og frælsi, til at spæla og íðka

frítíðarítriv, sum eru hóskandi fyri aldur barnsins, og til frítt at luttaka í mentanarliga og listarliga lívinum. Sáttmálalondini skulu virða og fremja barnsins rætt til fulla luttøku í mentanarliga og listarliga lívinum og skulu eggja til, at til taks eru hóskandi og eins hættir at útinna mentan, list, frítíð og rekreatión.

  • Grein 32: Sáttmálalondini viðurkenna barnsins rætt til verju móti fíggjarligari misnýtslu og móti at gera arbeiði, sum kann vera vandamikið, tríva inn í útbúgving barnsins, ella kann skaða barnsins heilsu ella kropsligu, sálarligu, andaligu, moralsku ella sosialu menning. Sáttmálalondini skulu taka lóggávu atlit, eins og fyrisitingarlig, sosial og útbúgvingarlig atlit til tess at tryggja, at henda grein verður framd. Við hesum fyri eyga og við atliti at viðkomandi ásetingum í øðrum altjóða sáttmálum o.l., skulu sáttmálalondini serliga: 1) áseta minsta aldursmark ella aldursmørk fyri arbeiði; 2) áseta hóskandi skipanir fyri arbeiðstíðir og arbeiðstreytir, og 3) áseta hóskandi revsing ella revsitiltøk fyri at tryggja handhevjanina av hesi grein.
  • Grein 33: Sáttmálalondini skulu taka øll hóskandi atlit, bæði at lóggávu og fyrisiting, umframt sosial og útbúgvingarlig atlit, fyri at verja børn móti ólógligari nýtslu av rúsevnum og psykotropum evnum, soleiðis sum hesi eru allýst í viðkomandi altjóða sáttmálum, og fyri at fyribyrgja, at børn verða nýtt til ólógliga framleiðslu av og handil við slíkum evnum.
  • Grein 34: Sáttmálalondini átaka sær at verja barnið móti øllum sløgum av kynsligum ágangi og kynsligari misnýtslu. Við hesum fyri eyga skulu sáttmálalondini serliga taka øll hóskandi stig, bæði national og millumtjóða stig, fyri at forða fyri: 1) at eitt barn verður lokkað ella tvingað til at luttaka í nøkrum ólógligum kynsligum virksemi; 2) at børn verða misnýtt til skøkjuvirksemi ella annað ólógligt kynsligt virksemi; 3) at børn verða misnýtt til pornografiskar framsetingar og tilfar.
  • Grein 35: Sáttmálalondini skulu taka øll neyðugt stig, bæði national og altjóða stig, við tí fyri eyga at fyribyrgja burturflyting, sølu av og handil við børnum til nakað endamál og av nøkrum slagi.
  • Grein 36: Sáttmálalondini skulu verja barnið móti øllum sløgum av misnýtslu, sum á nakran hátt kann skaða barnið.
  • Grein 37: Sáttmálalondini skulu tryggja, at 1) einki barn verður pínt ella á annan hátt verður viðfarið ella revsað á ein ræðuligan, ómenniskjansligan ella nirðandi hátt. Einki barn undir 18 ár kann, fyri lógarbrot, verða dømt til deyða ella fongsul fyri lívið uttan møguleika fyri leyslating; 2) einki barn ólógliga ella tilvildarliga verður fyri frælsisskerjing. Handtøka, eftirhalding ella fongsling av einum barni skal verða framd sambært lógini, og má bert verða nýtt sum seinasti møguleiki og bert fyri stytstu tíðina, sum til ber; 3) eitt og hvørt barn, sum er frælsisskert, verður viðfarið á ein menniskjansligan hátt og við virðing fyri natúrligu tignini, og ein slíkan hátt, ið tekur atlit at tørvi barnsins í mun til aldurin. Serliga skal eitt og hvørt barn, sum er frælsisskert, verða hildið burtur frá vaksnum fólki, uttan so at hetta verður mett ikki at tæna barninum, og skal barnið hava rætt til at varðveita samband við familju sína gjøgnum brævaskifti og vitjanir, uttan so at serligar umstøður gera seg galdandi; 4) eitt og hvørt barn, ið er frælsisskert, hevur rætt til skjóta løgfrøðiliga og aðra hjálp, umframt rætt til at royna lóggildið av frælsisskerjing tess fyri dómstóli ella øðrum málførum, sjálvstøðugum og óvildugum myndugleika, og rætt til skjóta avgerð í øllum slíkum málum.
  • Grein 38: Sáttmálalondini átaka sær at virða og tryggja virðing fyri teimum ásetingum í altjóða humaniterum rætti, sum kunnu verða nýttar í vápnaðum stríði, og sum eru av týdningi fyri barnið. Sáttmálalondini skulu taka øll neyðug og gjørlig stig fyri at tryggja, at fólk undir 15 ár ikki taka beinleiðis lut í stríði; Sáttmálalondini skulu ikki útvega sær fólk, ið ikki eru fylt 15 ár, til herin. Tá fólk, ið eru fylt 15 ár, men ikki 18 ár, verða útvegað til herin, skal landi stremba eftir at velja tey elstu fyrst; Í samsvari við skyldur sínar eftir altjóða humaniterum rætti at verja almenningin í vápnaðum stríði, skulu sáttmálalondini taka øll gjørlig atlit til tess at tryggja verjuna og umsorganina fyri børnum, ið eru rakt av einum vápnaðum stríði.
  • Grein 39: Sáttmálalondini skulu taka øll neyðug atlit fyri at fremja kropsliga og sálarliga leking og resosialisering av einum barni, ið hevur verið fyri einum og hvørjum slagi av vanrøkt, misbrúki ella misnýtslu, píning ella øðrum slagi av ræðuligari, ómenniskjansligari ella nirðandi viðferð ella revsing ella vápnaðum stríði. Slík leking og resosialisering skal fara fram í einum umhvørvi, sum fremur heilsuna, sjálvsvirðingina og tignina hjá barninum.
  • Grein 40: Sáttmálalondini viðurkenna rættin hjá einum og hvørjum barni, ið er undir illgruna ella er ákært fyri ella dømt fyri brotsverk, til at verða viðfarið á ein hátt, ið fremur fatan barnsins av tign og virði, sum styrkir virðing barnsins fyri mannarættindunum og grundleggjandi frælsisrættindunum hjá øðrum, og sum tekur atlit at barnsins aldri og at ynskinum um at barnið verður resosialiserað og átekur sær ein munadyggan leiklut í samfelagnum. Við hesum fyri eyga og við atliti at viðkomandi ásetingum í altjóða sáttmálum o.l., skulu sáttmálalondini serliga tryggja, at: 1) einki barn verður undir illgruna ella verður ákært fyri at hava framt brotsverk ella verður mett at hava gjørt seg sekan í slíkum; 2) eitt og hvørt barn, sum er undir illgruna fyri ella er ákært fyri brotsverk, í minsta lagi hevur hesar tryggingar: at verða mett sakleyst, til skuld er prógvað eftir lógini; 3) at beinanvegin og beinleiðis at fáa upplýsingar um innihaldið í ákæruni, um neyðugt gjøgnum foreldur síni ella verjar, og at fáa løgfrøðiliga ella aðra hóskandi hjálp til fyrireiking og framseting av verju síni; 4) at fáa málið avgjørt, uttan seinkingar, av einum málførum, sjálvstøðugum og óvildugum myndugleika ella dømandi myndugleika eftir óvildugari mannagongd eftir lógini, meðan løgfrøðiligur ella annar hóskandi ráðgevi er til staðar, uttan so, at hetta verður mett ikki at tæna barninum, serliga við atlit at aldrinum á barninum ella støðuni hjá barninum, foreldur tess ella verjum; 5) ikki at verða tvingað til at vitna ella at viðganga skuld; rætt til at avhoyra ella fáa avhoyrt tey, sum vitna móti barninum, og, fyri egna rokning og við somu treytum, at fáa vitni kallað inn til avhoyringar; 6) at fáa ókeypis hjálp frá tulki, um so er, at barnið ikki skilir tað mál, ið verður nýtt; 7) at fáa virðing fyri privatlívi sínum gjøgnum allar partar av málinum.

Sáttmálalondini skulu fremja gerð av lógum og mannagongdum, og seta á stovn myndugleikar og stovnar, sum serliga eru ætlaðir børnum, ið eru undir illgruna fyri ella verða ákærd fyri ella verða mett sek í at hava framt brotsverk; heruppií serliga: 1) at áseta aldursmark, ið hevur við sær, at børn, ið eru yngri enn hetta, ikki verða mett før fyri at fremja brotsgerð; 2) at, har tað er hóskandi og ynskjandi, seta í verk fyriskipanir, ið taka hond um slík børn uttan at blanda uppí rættarstigini, treytað av, at mannarættindi og rættartrygdir verða vard á fullgóðan hátt; 3) Fyriskipanir, so sum umsorgan, vegleiðing og umsjón, ráðgeving, royndarleyslating, fostursavtalur, undirvísing og arbeiðskunnandi útbúgvingarskipanir og onnur alternativ til at verða sett í heim, skulu verða tøkar til tess at tryggja, at børn verða viðfarin á ein hátt, ið tænir teirra tørvi og er hóskandi bæði í mun til teirra persónligu viðurskifti og í mun til brotsverkið.

  • Grein 41: Einki í hesum sáttmála skal hava ávirkan á nakra áseting, ið er betri við atliti at fremjanini av rættindum barnsins, og sum kann vera partur av: lóggávuni í einum sáttmálalandi, ella tí altjóða rætti, sum er galdandi fyri landið.
  • Grein 42: Sáttmálalondini binda seg til, gjøgnum hóskandi og virknar fyriskipanir, at gera meginreglurnar og ásetingarnar í sáttmálanum alment kendar fyri bæði vaksin og børn.
  • Grein 43: Til tess at kanna tey framstig, sum sáttmálalondini gera fyri at lúka tær treytir, sum tey hava átikið sær eftir hesum sáttmála, verður stovnað ein Nevnd viðvíkjandi rættindum barna, ið skal útinna tær uppgávur, ið eru ásettar niðanfyri. Nevndin skal verða mannað við tíggju� serfrøðingum við høgum moralskum áskoðanum og viðurkendum sakkunnleika til økið, sum hesin sáttmáli fevnir um. Nevndarlimirnir verða valdir av sáttmálalondunum millum ríkisborgarar sínar og skulu virka í sínum persónliga eginleika, tó so, at atlit verða tikin at einum jøvnum landafrøðiligum býti og teimum týdningarmiklastu rættarskipanunum. Nevndarlimirnir verða valdir við loyniligari atkvøðugreiðslu við støði í eini skrá yvir fólk, ið eru innstillað av limalondunum. Eitt og hvørt sáttmálaland kann innstilla eitt fólk, sum er ríkisborgari í viðkomandi landi.

Fyrsta valið til nevndina skal fara fram í seinasta lagi seks mánaðir eftir tann dag, hesin sáttmálin fær gildi og eftir hetta annaðhvørt ár. Í minsta lagi fýra mánaðir fyri dagfestingina av hvørjum vali skal ST-aðalskrivarin skrivliga heita á sáttmálalondini um at, innanfyri tveir mánaðir, at innstilla valevni til nevndina. Aðalskrivarin ger síðani eina alfabetiska skrá yvir øll innstillað valevni við viðmerking um tey sáttmálalond, ið hava innstillað tey, og sendir skráina til hini sáttmálalondini. Valið fer fram á fundum millum sáttmálalondini á ST høvuðsborgini, sum Aðalskrivarin kallar inn. Á hesum fundum, sum fyri at vera viðtøkuførir krevja luttøku av 2/3 av sáttmálalondunum, verða vald í nevndina tey fólk, ið fáa flestar atkvøður og avgjørdan meiriluta av atkvøðunum, ið verða givnar av teimum hjástøddu og av atkvøðugreiðandi umboðum fyri sáttmálalondini. Nevndarlimirnir verða valdir fyri fýra ár. Hesir kunnu verða afturvaldir um so er, at hesir verða innstillaðir av nýggjum. Nevndarskeiðið er tó bert tvey ár fyri fimm av nevndarlimunum, ið eru valdir á fyrsta vali. Beint eftir valið verða hesir fimm nevndarlimir valdir við lutakasti, ið fundarformaðurin skipar fyri.

Um ein nevndarlimur doyr, sigur frá sær starv sítt ella boðar frá, at hann ella hon av aðrari orsøk ikki longur kann røkja skyldur sínar í nevndini, velur tað sáttmálalandið, sum innstillaði viðkomandi, tó treytað av nevndarinnar góðkenning, ein annan serfrøðing millum ríkisborgarar sínar at virka fyri ta tíð, ið er eftir av nevndarskeiðinum. Nevndin ásetur sjálv sína fundarskipan. Nevndin velur fólk at røkja síni álitisstørv í eitt tíðarskeið, ið er tvey ár. Fundir nevndarinnar verða vanliga hildnir á ST-høvuðsborgini ella á øðrum stað, sum nevndin ger av. Nevndin hittist vanliga eina ferð um árð. Longdin av nevndarfundunum verður ásett, og verður, um neyðugt, eftirkannað á einum fundi millum tey lond, ið luttaka í sáttmálanum, tó treytað av góðkenning frá ST-aðalfundinum. ST-aðalskrivarin letur í neyðugan mun starvsfólk og aðrar hentleikar vera til taks fyri nevndina, soleiðis at hendan á fullgóðan hátt kann útinna sítt starv eftir hesum sáttmála. Við góðkenning frá Aðalfundinum fáa limirnir í nevndini, ið er stovnað eftir hesum sáttmála, samsýning av tí fæi, ið Sameindu Tjóðir hava, eftir teimum umstøðum og treytum, sum Aðalfundurin avger.

  • Grein 44: Sáttmálalondini binda seg til, gjøgnum ST-aðalskrivaran, at geva nevndini frágreiðingar um tey tiltøk, sum eru sett í verk fyri at fremja tey rættindi, ið eru viðurkend í Sáttmálanum, og um tey framstig, ið eru gjørd fyri njótingina av hesum rættindum: innan fyri tvey ár, eftir at sáttmálin er settur í gildi í viðkomandi sáttmálalandi, og síðani fimta hvørt ár. Frágreiðingar eftir hesi grein skulu nágreina viðurskifti og møguligar trupulleikar, ið hava týdning fyri fremjanina av skyldunum eftir hesum sáttmála. Frágreiðingarnar skulu eisini hava nóg mikið av upplýsingum, soleiðis at nevndin kann fáa eina neyva fatan av útinnanini av sáttmálanum í viðkomandi landi. Eitt sáttmálaland, sum hevur latið nevndini eina umfatandi frágreiðing fyrstu ferð, hevur ikki fyri neyðini at endurtaka grundleggjandi upplýsingar, sum áður eru latnar, í seinni frágreiðingum eftir stk. 1(b). Nevndin kann heita á londini um at fáa neyvari upplýsingar um útinnanina av sáttmálanum. Nevndin skal annaðhvørt ár, gjøgnum Fíggjarliga og sosiala ráðið, lata ST-aðalfundinum frágreiðing um virksemi sítt. Sáttmálalondini skulu lata frágreiðingar sínar vera tøkar hjá almenninginum í egnum landi.
  • Grein 45: Til tess at fremja eina munadygga útinnan av sáttmálanum og altjóða samstarvinum á tí øki, ið er fevnt av sáttmálanum, skulu serfelagsskapirnir, UNICEF og aðrir ST-stovnar hava møguleika fyri at vera umboðað, meðan tey útinnandi stigini, sum, eftir sáttmálanum, eru partar av teirra heimildarøki, verða eftirkannað. Nevndin kann heita á serfelagsskapirnar, UNICEF og aðrar málførar myndugleikar og stovnar, ið nevndin metir vera egnað, at veita sakkøna ráðgeving um útinnanina av sáttmálanum á økjum, ið eru partur av avvarðandi heimildarøkjum teirra. Nevndin kann heita á serfelagsskapirnar, UNICEF og aðrar ST-stovnar at lata frágreiðing um útinnanina av sáttmálanum á økjum innan fyri karmarnar av teirra virkisøki.

Nevndin sendir, tá hon metir tað vera hóskandi, allar frágreiðingar frá sáttmálalondunum, ið innihalda umbøn um ella vísa tørv á tøkniligari ráðgeving ella hjálp, umframt viðmerkingar og møgulig uppskot frá nevndini um slíka umbøn ella tørv, til serfelagsskapirnar, UNICEF ella aðrar málførar myndugleikar og stovnar. Nevndin kann heita á Aðalfundin um at biðja Aðalskrivaran, fyri nevndarinnar rokning, at kanna serlig evni viðvíkjandi rættindum barna. Nevndin kann seta fram uppskot og almenn viðmæli við støði í teimum upplýsingum, ið eru fingnar til vega eftir greinunum 40 og 45 í hesum sáttmála. Slík uppskot og almenn viðmæli verða send til eitt og hvørt viðkomandi sáttmálaland og verða fráboðað Aðalfundinum, saman við møguligum viðmerkingum frá sáttmálalondunum.

  • Gein 46: Hesin sáttmáli kann verða undirritaður av einum og hvørjum landi.
  • Grein 47: Hesin sáttmáli skal verða staðfestur. Staðfestingin skal verða latin ST-aðalskrivaranum í varðveitslu.
  • Grein 48: Hesin sáttmáli skal verða verandi opin fyri staðfesting hjá øllum londum. Staðfestingin skal verða latin ST-aðalskrivaranum í varðveitslu.
  • Grein 49: Hesin sáttmáli fær gildi 30. dagin eftir, at 20. staðfestingin er latin ST-aðalskrivaranum í varðveitslu. Fyri eitt og hvørt land, sum staðfestir henda sáttmála eftir at 20. staðfestingin er latin ST-aðalskrivaranum í varðveitslu, fær sáttmálin gildi 30. dagin eftir at landsins egna staðfesting er latin ST-aðalskrivaranum í varðveitslu.
  • Grein 50: Eitt og hvørt sáttmálaland kann seta fram broytingaruppskot til sáttmálan og kann senda ST-aðalskrivaranum hetta. Aðalskrivarin skal síðani senda sáttmálalondunum broytingaruppskotið við umbøn um at hesi boða frá, um tey ynskja, at sáttmálalondini verða kallað inn til ráðstevnu at viðgera og atkvøða um uppskotini. Um í minsta lagi triðingurin av sáttmálalondunum, innan fýra mánaðir eftir at broytingaruppskotið er sent sáttmálalondunum, seta fram ynski um slíka ráðstevnu, skal Aðalskrivarin boða til ráðstevnuna innanfyri karmar Sameindu Tjóða. Ein og hvør broyting, sum verður samtykt av einum meiriluta av sáttmálalondunum, sum eru til staðar og sum atkvøða á ráðstevnuni, skal verða løgd fram fyri ST-aðalfundin til góðkenningar. Eitt broytingaruppskot, ið er samtykt í samsvari við stk. 1 í hesi grein, fær gildi, tá tað er góðkent av ST-aðalfundinum og er samtykt við tveimum triðingum av atkvøðunum. Tá ein broyting fær gildi, er hon bindandi fyri tey sáttmálalond, ið hava góðkent hana, meðan hini sáttmálalondini framvegis eru bundin av ásetingunum í hesum sáttmála og av øðrum møguligum broytingum, sum tey hava góðkent.
  • Grein 51: ST-aðalskrivarin skal taka ímóti og senda øllum londum tekstin til tey fyrivarni, sum londini hava tikið, tá staðfestingin fór fram. Eitt fyrivarni, sum ikki er sambæriligt við ætlanina og endamálið við hesum sáttmála, skal ikki verða loyvt. Fyrivarni kunnu altíð verða tikin aftur við at hetta verður fráboðað ST-aðalskrivaranum, sum síðani skal geva øllum londum boð um hetta. Slík fráboðan fær gildi tann dagin, ST-aðalskrivarin tekur ímóti henni.
  • Grein 52: Eitt sáttmálaland kann siga upp henda sáttmála við skrivligari fráboðan til ST-aðalskrivaran. Uppsøgnin fær gildi tann dagin, ST-aðalskrivarin tekur ímóti henni.
  • Grein 53: ST-aðalskrivarin er tilnevndur varðveitari av hesum sáttmála.
  • Grein 54: Frumskjalið av hesum sáttmála, hvørs arabiski, kinverski, enski, franski, russiski og spanski tekstur hevur sama gildi, verður latin ST-aðalskrivaranum í varðveitslu.

Hygg eisini at

rætta

Keldur

rætta
  1. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-10-01. https://web.archive.org/web/20111001025246/http://www.unicef.no/Dette+gj%C3%B8r+vi/Barnekonvensjonen. Heintað 2013-07-01. 
  2. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-05-29. https://web.archive.org/web/20130529071551/http://www.fn.no/Tema/Menneskerettigheter/Fordypning/Barns-rettigheter. Heintað 2013-07-01. 
  3. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-02-11. https://web.archive.org/web/20140211151110/http://treaties.un.org/Pages/ViewDetails.aspx?src=TREATY&mtdsg_no=IV-11&chapter=4&lang=en. Heintað 2013-07-01.