Bý
Býur, ella hunangsbýur (skeivt nevnt 'býflugur'[1] (Apidae) liva ikki vilt í Føroyum, men bæði í 19. og í 20. øld hava menn hildið býur.
Bý | ||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Vísindaflokking | ||||||||||
|
Katólski presturin Georg Bauer, sum búði í Rættará í Havn í húsunum, sum í dag nevnast Christines Minde, var kendur fyri sín framúrskarandi vakra urtagarð, har hann millum annað hevði súreplatrø og býbýli. Bauer kom til Føroya í 1857, og má hetta tí hava verið í seinnu helvt av 1800-talinum.
Aftan á seinna heimsbardaga hevði Poul Skade (Schade?), sum var amtsfuldmægtig í Føroyum, saman við ríkisumboðsmanninum hunangsbýur í garði sínum undir Varða í Havn. Tá Skade doyði í 1951, vórðu býurnar sleptar leysar.
Tær størru humlurnar livdu hinvegin vilt í Føroyum í víkingatíðini, og í 2011 varð aftur staðfest [2] , at humlur ynglaðu í Føroyum.
Keldur
rætta- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2022-01-22. https://web.archive.org/web/20220122002344/http://www.fmn.fo/listar/nyggj_ord/Nyggj-tidar.htm. Heintað 2013-02-26.
- ↑ http://www.jenskjeld.info/FO_side/indexfo.htm
- Michelsen, Anna Cathrine: Katolikkarnir í Havn. Í: Varðin 10, 1930