Atoll
Atoll er klingruskapað korallriv, sum verður til uttan um eina gosoyggj. Tá ið oyggin søkkur í hav, er bara klingruskapaða rivið eftir. Grunna vatnið innan fyri rivið nevna vit lón ella poll. Ein slíkur pollur verður eisini nevndur laguna. Tær smáu oyggjarnar eru vorðnar til á einum korallrivi. Av fyrstan tíð vaks korallrivið rundan um eina gosoyggj. Eftir milliónum av árum varð gosoyggin máað burtur og hvarv at enda í havið. Eftir er rivið, ið nú liggur sum ein ringur beint undir vatnskorpuni. Korallrivið er skapað eins og gosoyggin einaferð var. Síðan er sandur lagstur her og har oman á korallrivið, og soleiðis eru hesar smáu oyggjarnar vorðnar til.