Anna Falkenberg
Anna Lovisa Falkenberg (fødd 4. januar 1996 á Oyri) er føroyskur stjórnmálafrøðingur og politikari frá Sambandsflokkinum.[1]
Anna Falkenberg | |
---|---|
Fólkatingslimur | |
Núverandi | |
Tók við starvinum 1. november 2022 | |
Undanmaður | Edmund Joensen |
Valdømi | Føroyar |
Persónlig kunning | |
Fødd(ur) | 4. januar 1996 |
Politiskur flokkur | Sambandsflokkurin |
Skyldfólk | Edmund Joensen (abbi) |
Alma mater | Universitetið í Keypmannahavn |
Anna er útbúgvin stjórnmálafrøðingur (cand.scient.pol.) frá Universitetinum í Keypmannahavn (2016-2022). Hóast ungan aldur, hevur hon drúgvar royndir innan politiskt arbeiði. Hon hevur verið forkvinna í ungmannafelagnum hjá Sambandsflokkinum, varaforseti í Norðurlandaráðnum fyri ung[2], og eisini hevur hon starvast í danska heilsu- og eldramálaráðnum. Seinastu árini (2019-2022) hevur hon starvast sum politiskur ráðgevi hjá Edmundi Joensen á Fólkatingi.[3][4]
Sambandsflokkurin við Onnu Falkenberg á odda gjørdist størsti flokkur á fólkatingsvalinum hin 31. oktober 2022. Flokkurin fekk 30 prosent av atkvøðunum, 8.198 atkvøður,[5] meðan Anna fekk 2.973 persónligar atkvøður, tá hon varð vald í annan sessin á Christiansborg.[6][7][8][9] Sum nývaldur limur í danska Fólkatinginum tók hon sæti í uttanríkispolitisku nevndini.[10]
Anna er abbadóttir Edmund Joensen, sum í fleiri umførum varð valdur á Fólkating.[11]
Sí eisini
rættaÁvísingar úteftir
rætta- Sambandsflokkurin: Anna Falkenberg, saft.fo
- Fólkatingið: Anna Falkenberg, ft.dk (á donskum)
- Anna Falkenberg, demokratia.fo
- Anna er nú klár at fara til verka, saft.fo
Keldutilfar
rætta- ↑ Anna Falkenberg, ft.dk (á donskum)
- ↑ Føroyskt kvinnuligt forsetatoymi í Ungdommens Nordiske Råd, dagur.fo, 2018-10-31
- ↑ Anna Falkenberg, demokratia.fo
- ↑ Anna Falkenberg, saft.fo
- ↑ Myndir: Sambandsflokkurin størstur, kvf.fo, 31.10.2022
- ↑ Anna smurdi allar menninar av, in.fo, 31.10.2022
- ↑ Det første folketingsmedlem ved valg2022, twitter.com
- ↑ Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg eru vald á Fólkating, kvf.fo, 31.10.2022
- ↑ Anna rak sannførandi valstríð - Christian má vera greiðari, kvf.fo, 01.11.2022
- ↑ Anna Falkenberg sæti í uttanríkispolitisku nevndini í Fólkatinginum, vp.fo, 19.11.2022
- ↑ Edmund stillar ikki upp aftur til Fólkatingi - Anna vil fegin taka yvir, saft.fo