Athletic Football Club Bournemouth er eitt fótbóltsfelag heimahoyrandi í enska býnum Bournemouth. Besta liðið leikar í næstovastu ensku fótbóltsdeildini, EFL Championship.[1]

Dean Courtí Bournemouth í 2013.
Dean Court í Bournemouth í 2013.

Felagið varð sett á stovn í 1899 við navninum Boscombe FC. Í 1923 varð felagið valt inn í The Football League og navnið varð broytt til Bournemouth and Boscombe Athletic FC. Í 1972 fekk felagið núverandi heitið.

Besta liðið, við kelinavninum "The Cherries", spælir sínar heimadystir á Dean Court í Bournemouth. Býurin er á suðurstrondini í Onglandi, sunnan fyri Salisbury og nakað miðskeiðis millum býirnar Southampton og Dorchester.

Slóðir úteftir

rætta

Keldur

rætta