Óluva Klettskarð
Óluva Klettskarð (fødd 24. juni 1965 í Klaksvík) er ein føroyskur lærari og politikari (Tjóðveldi).
Óluva Klettskarð | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 24. jun 1965 í/á Klaksvík |
Alma mater | Fróðskaparsetur Føroya, Aarhus Universitet |
Starv | politikari, lærari |
Politiskur flokkur | Tjóðveldi |
Børn | Páll Klettskarð |
Dátuheiti |
Útbúgving og størv
rættaHon er útbúgvin cand.mag. í søgu og føroyskum máli og bókmentum frá Fróðskaparsetri Føroya í ávikavist 1991 og 1996. Harumframt hevur hon lisið søgu sum høvuðsfak á Aarhus Universiteti í 2000. Hon starvaðist á Studenta og HF skúlin á Kambsdali skúlaárið 1996/1997. Síðan 1997 hevur hon verið undirvísari (adjunkt) í søgu og føroyskum á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum í Tórshavn.[1] Hon var forkvinna fyri skúlastýrið á Skúlanum við Ósánna í Klaksvík 2001–2008 og nevndarforkvinna í SP/f Leikalund 2004–2007.
Politisk lívsleið
rættaÓluva Klettskarð hevur verið býráðslimur í Klaksvík síðan 2009. Hon hevur møtt nakrar ferðir í stutt tíðarskeið á Føroya Løgtingi sum varalimur síðan 2008. Hon varð útnevnd til landsstýriskvinnu í mentamálum í seinnu stjórnini hjá Jóannesi Eidesgaards hin 30. august 2008, men noyddist at fara frá longu 15. september, tá Tjóðveldi tók seg úr samgonguni. Hon er aðalstjórnarforkvinna í starvsnevndini hjá Tjóðveldi.[2]
Á løgtingsvalinum 2015 varð hon ikki vald, en tá ið Tjóðveldi kom í landsstýrið, tók hon sæti í Løgtinginum fyri systkinabarnið Sirið Stenberg, i gjørdist landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum.
Løgtingsnevndir
rætta- 2015- Limur í Trivnaðarnevndini
- 2015- Limur í Mentanarnevnd
- 2015- Limur í Landsstýrismálanevndini
Familja
rættaFaðir Óluvu er ættaður av Skarði á Kunoynni, móðir hennara er úr Suðuroy. Foreldrini, Edith og Páll Klettskarð, settu á stovn teirra egna virkið, ið framleiddi handskar, seinni gjørdist pápin virkin sum reiðari. Tey eru búsitandi í Haraldsundi. Óluva er gift Andrasi Sólstein, tey búgva í Klaksvík og eiga tveir synir: Páll Andrasson Klettskarð (f. 1990), sum er kendur sum landsliðsleikari í fótbólti, og Ári Andrasson Klettskarð (f. 2001).[3] Óluva er systkinabarn Sirið Stenberg, løgtingskvinnu.
Keldur
rætta- ↑ Løgtingið 150 – Hátíðarrit Archived 2012-07-17 at the Wayback Machine, 2. bind (2002), s. 166.
- ↑ "Tjodveldi.fo, Starvsnevnd". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-05-25. https://web.archive.org/web/20110525221324/http://www.tjodveldi.fo/flokkurin/starvsnevnd.aspx. Heintað 2014-06-02.
- ↑ Tjodveldi.fo, Vælkomin. Um meg sjálva