Ólavur Klakk (føddur 10. desember 1949 í Klaksvík, deyður 31. mars 2013) var ein føroyskur tónleikari, sangari og sjónleikari. Hann andaðist 63 ára gamal 1. páskadag hin 31. mars 2013.[1] Ólavur starvaðist í 45 ár hjá Føroya Bjór í Klaksvík, 45-ára starvsdagurin varð hátíðarhildin.[2] Ólavur dámdi sera væl Elvis Presley og kalla seg onkuntíð Ólavur Presley. Longu í 1972 gjørdist hann limur í tónleikabólkinum Ólavur Presley And His Dirty Rag Rags, hann var forsangari í bólkinum. Bólkurin hevur nógv ár á baki og framførdi fyri seinastu ferð á einum festivali, tá teir framførdu á Summarfestivalinum í 2012, teir framførdu eitt nú sangin Fepur[3] og Rag Rags Rock.[4] Ólavur var eisini virkin sum sjónleikari í Klaksvík og framførdi ofta saman við Rudolf Joensen og øðrum á palli har norðuri.

Keldur

rætta
  1. "Aktuelt.fo". http://aktuelt.fo/grein/olavur_var_ein_gladur_drongur. Heintað 2013-04-01. 
  2. "Aktuelt.fo". http://aktuelt.fo/grein/olavur_klakk_45_ar_hj_foroya_bjr. Heintað 2013-04-01. 
  3. Ólavur Presley and His Dirty Rag Rags framføra Fepur á Summarfestivalinum 2012
  4. Ólavur and His Rag Rags framføra Rag Rags Rock á Summarfestivalinum 2012

Slóðir

rætta