Föroya Bjór

(Ávíst frá Føroya Bjór)

Föroya Bjór er føroyskt bryggjarí.

Föroya Bjór
Slag av virkiBryggjarí
StovnariSímun í Vági
HøvuðssætiKlaksvíksvegur 19
LyklafólkEinar Waag (Stjóri og Eigari)

Símun í Vági (Stovnari) Rúni Heinesen (Nevndarformaður)

Annika Waag (Nevndarlimur)
Starvsfólk36
EigariEinar Waag
Einar Waag

Við meiri enn hundrað árum á baki er Föroya Bjór ein av teimum elstu fyritøkunum í Føroyum. Tá Símun í Vági fór til Danmarkar í 1883 at læra til bakara, lærdi hann samstundis at bryggja øl. Fimm ár seinni byrjaði hann sína egnu fyritøku. Eftir at hava arbeitt sum bakari, bryggjari, bóndi og reiðari í næstan 50 ár doyði hann 72 ára gamal í 1935. Sonurin, Einar Waag eldri, sum eitt skifti var løgtingsmaður, tók yvir og bygdi bryggjaríið út fleiri ferðir, áðrenn hann fyri gott 30 árum síðani læt triðja ættarlið koma til.

Föroya Bjór røkir umleið 70 prosent av føroyska marknaðinum fyri pilsnarøl og 60 prosent av gulløli. Meiri enn onnur hvör sodavatn, ið verður drukkin í Føroyum, kemur frá Föroya Bjór.

Umleið 40 fólk arbeiða á Föroya Bjór, harav 16 á skrivstovuni og bryggjarínum í Klaksvík.

Beiggarnir Einar og Heini Waag hava átt hvør sína helvt av felagnum fram til desember 2008, tá ið Heini valdi at selja sín part til Einar. Einar Waag er tískil einsamallur eigari av Föroya Bjór.


Umframt at framleiða vanligt øl, við upp til Gull styrki, framleiðir Föroya Bjór eisini sterkari øl og brennivín. Hetta er undir heitinum Einar's Distillery.

Tann 18. juni 2020 keypti Föroya Bjór bryggjaríð á Velbastað, Okkara, sum enn framleiðir sínar øl sum áðrenn yvirtøkuna[1].

  • Veðrur - kl. 1 - pilsnar - 4,6%. Pilsnar við hóvligum humlu smakki.
  • Classic - kl. 1 - pilsnar - 4,6%. Classic kom á marknaðin í 2002. Liturin á ølinum er myrkur við malt og humlu smakki.
  • Gull (Export) - kl. 2 - 5,8%. Sterk øl við sterkum smakki av malt og humlu.
  • Slupp öl - kl.2 - 5,8%. Myrk øl við sterkum humlu smakki.
  • Black Sheep - kl. 2 - 5,8%. Myrk sterk øl, bryggja av malt og humlu.
  • Green Islands Stout - kl. 2 - 5,8%. Myrk øl við smakki av brendum malti og eitt sindur av humlu.
  • Jólabryggj - kl. 2 - 5,8%. Myrkari enn gull øl, við meira malt smakki.
  • Páskabryggj - kl. 2 - 5,8%. Myrkari enn gull øl.
  • Rockall Brown Ale - 5,8%. Myrk rav litt øl, blanda við rávørunum ljóst malt, caramel malt og sjokuláta malt. Harumframt er ein enskt humla brúkt við navninum East Kent Golding. Rockall er navni á eini lítlari oyggj sum liggur á føroyska meginlandsstøðinum.
  • Sct. Brigid Ale - kl. 1 - 4,6%. Ale við íblástri úr Írlandi, bryggja av úrvaldum rávørum, við trimun malt sløgum og trimun humlu sløgum.
  • Sct. Brigid Boheme - kl. 1 - Ein pilsnar við íblástri úr Kekkia.
  • Sct. Brigid Blond - kl. 2 - Ein ale við íblástri úr Belgia.
  • Sct. Brigid IPA - Ein mild India Pale Ale.
  • Ljóst Pilsnar - 2,7.% - Lætt pilsnar øl.
  • Golden Ram - 10,0% - Sterkur Veðrur
  • Maltöl - Søt rista malta øl við lítlum alkoholi.
  • Jólaöl - 1/2 liturs fløska. Søtur leski drykkur.

Sodavatn

rætta
  • Jolly Cola
  • Jolly Light
  • Vatn
  • Apollinaris
  • Apollinaris Citrus & Lime
  • Appelsin (ikki longur framleidd)
  • Citrón
  • Citrus LIGHT
  • Ginger Ale
  • Hawaii Dream
  • Hindber
  • Jolly Time
  • Sportvatn
  • Sqviiz
  • Tonic Water.
  • Yvirtikið frá Restorffs Bryggjarí: Peru Drykkur - Sisu.

Keldur

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  1. Lützen, Jóhan (18-06-2020). "Føroya Bjór keypt Okkara". Norðlýsið. https://nordlysid.fo/tidindi/65387/foroya-bjor-keypt-okkara. Heintað 26-02-2021.