ÍF
føroyskt fótbóltsfelag
(Ávíst frá ÍF Fuglafjørður)
Ítróttarfelag Fuglafjarðar er eitt ítróttarfelag úr Fuglafirði sum varð stovnað 25. mars 1946. ÍF var tað fyrsta felagið úr Eysturoynni, sum vann føroyameistaraheitið í fótbólti, tað var í 1979. Í 2010 gjørdist ÍF nummar 2 í steypakappingini og nummar 4 í Effodeildini (sum tá nevndist Vodafonedeildin), og vann sær harvið atgongd út í Evropa at spæla fyri fyrstu ferð.
Fult navn | Ítróttarfelag Fuglafjarðar | ||
---|---|---|---|
Kelinavn | ÍF | ||
Stovnað | 25 mars 1946 | ||
Vøllur | Í Fløtugerði | ||
Kapasitetur | 1,200 (360 sitin) | ||
Formaður | Georges Rouah | ||
Deild | 1. deild | ||
2024 | 10., «Betri deildin menn» | ||
Heimasíða | Heimasíða | ||
|
Fótbóltshópurin hjá besta mansliðnum
rættaFrá 19 Novembur 2024.
Viðmerking: Fløgg vísa til landslið, sambært reglunum hjá FIFA. Leikarar kunnu hava meira enn ein ikki-FIFA tjóðskap.
|
|