Ásarveldini (á týskum: Achsenmächte) er eitt orð ið verður brúkt um tey lond, ið strýddust ímóti teimum sameindu undir Seinna heimskríggi. Ásarveldini vóru sett á stovn í oktober 1936, tá Týskland og Italia undirskrivaðu ein vinasáttmála. Ein mánað seinni varð Antikominternsáttmálin undirskrivaður, har Japan eisini var við. Hin 22. mai 1939 undirskrivaðu Týskland og Italia Stálsáttmálan.

Londini við bláum liti vísa Týskland og tey lond ið Ásaveldini høvdu hersett í Evropa og Norðurafrika undir Seinna heimskríggi.
Landaøkini við reyðum vísa Keisaraveldið Japan og tey økið ið Japan hevði hersett undir Seinna heimskríggi.

Luttakandi tjóðir

rætta

Tey størru ásarveldini

rætta

  Týskland, undir führer Adolf Hitler
  Japan Japan, undir forsætisráðharra Hideki Tojo og keisara Hirohito
  Kongaríkið Italia, (1940-1943), undir forsætisráðharra Benito Mussolini og kong Viktor Emanuel III

Tey minni ásarveldini

rætta

  Ungarn (1940-1945), undir Miklós Horthy og seinni Ferenc Szálasi
  Rumenia (1941-1944), undir Ion Antonescu
  Bulgaria (1941-1944), undir tsar Boris III av Bulgaria
  Teiland, (1941-1945), undir Luang Phibul Songkhram

Lond sum samstarvaðu við ásarveldini

rætta

  Finland, (1941-1944), sí Ryti-Ribbentrop-avtalan), undir president Risto Ryti og herovastanum Carl Gustaf Emil Mannerheim
  Irak, (1941), undir Rashid Ali
  Iran, (1941), undir Reza Shah

Lond undir ásarveldis-stýrdum marionettstjórnum

rætta

  Kroatien (1941-1945), undir Ante Pavelić
  Slovakia (1939–1945) undir Jozef Tiso
  Serbia, (1941-1944), undir Milan Nedić
  Montenegro, (1941-1944), undir Sekula Drljević
  Manchukuo, undir keisara Puyi

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið