Yvirgangsálopið móti Charlie Hebdo

Yvirgangsálopið móti redaktiónini á franska tíðarritinum Charlie Hebdo fór fram á middegi hin 7. januar 2015 í Paris, tá ið tveir maskeraðir og vápnaðir menn tvingaðu eina kvinnu til at tasta kotuna ið læt úthurðina til bygningin upp, og so fóru teir inn í hølini hjá Charlie Hebdo, har teir skutu eftir teimum í vóru inni. 12 fólk doyðu og 11 vóru særd. Millum tey deyðu vóru fleiri av teknarunum á blaðnum og ábyrgdarhavandi blaðstjórin. Tveir løgreglumenn vóru eisini millum tey myrðu, annar var lívverji hjá Carb (ábygdarblaðsjóranum), meðan hin av tilvild var uttanfyri bygningin, hesin varð avrættaður við einum skoti í høvdið, meðan hann lá særdur á vegnum. Teir báðir yvirgangsmenninir sluppu til rýmingar, og franska løgreglan jagstraði teir í tvey døgn, til teir vóru funnir og umringaðir í einum bygningi í franska býnum Dammartin-en-Goële, har ið teir høvdu tikið eina kvinnu sum gíðsul. Blaðið Charlie Hebdo er kent fyri at printa satiriskar tekningar av átrúnaðarligum fyrimyndum, eitt nú av profetinum hjá muslimum, Mohammed. Teir báðir ið eru undir illgruna eru víðgongdir muslimar, føddir og uppvaksnir í Fraklandi, við foreldrum ið fluttu til Fraklands úr Algeria.

Løgregla, sjúkrabilar, blaðfólk og onnur síggjast her tætt við bygningin, har ið Charlie Hebdo heldur til, fáir tímar eftir álopið.

Hendingin

rætta

Yvirgangsálopið fór fram umleið kl. 11.30 lokala tíð, tá ið tveir vápnaðir menn við Kalashnikov-byrsum noyddu eina kvinnu at tasta kotuna inn, sum kundi lata úthurðina upp til bygningin, har ið redaktiónin var savna á fundi, ímeðan bíðaði ein triði persónur í einum bili uttanfyri. Síðan funnu teir fram til hølini hjá Charlie Hebdo og skutu móti teimum ið vóru har. Fleiri starvsfólk flýddu upp á tekjuna. Onkur av teimum tók uppá video, tá ið teir fóru út aftur úr bygninginum, tað sama gjørdi onkur av grannunum. Í minsta lagi tólv fólk doyðu, og í minsta lagi 11 fólk fingu skaða undir álopinum, harav vóru tveir løgreglumenn, ið vóru skotnir, annar uttanfyri, hin var settur sum lívverji hjá Charb.[1] Sambært Fraklands forseta var talan um eitt yvirgangsálop.[2] Fýra av teimum dripnu vóru teknararnir Cabu, Charb, Tignous og Wolinski. Seinni sama kvøld sum álopið var framt, kom tað fram, at franska løgreglan visti hvørjir teir tríggir álopsmenninir vóru. Sambært fjølmiðlum vóru teir føddir í Fraklandi, men vóru av algeriskum uppruna, talan var um tveir brøður, hvørs tjóðskapur ikki var kendur. Brøðurnir vóru Saïd Kouachi og Chérif Kouachi. Ein triði maður var eisini undir illgruna og var eftirlýstur, men tað er ivasamt um hesin hevur nakað við álopið móti Charlie Hebdo at gera, tí hann segði seg vera staddan í einum skúla, og floksfelagar hansara váttaðu, at hann hevði verið í skúlanum, meðan hendingin fór fram á blaðnum Charlie Hebdo.

Um morgunin hin 9. januar 2015 frættist um tveir persónar við automatvápnum, sum skutu í franska býnum Dammartin-en-Goële, ið liggur umleið 50 km í ein landnyrðin Paris og 12 kilometrar frá Charles De Gaulle flogvøllinum, har tvey flogfør ikki sluppu at lenda orsakað av kreppustøðuni og av tí at har vóru tyrlur í luftini yvir býnum Dammartin-en-Goële.[3] Útsjóndin á teimum báðum monnunum, ið skutu, svaraði til brøðurnir, ið vóru undir illgruna fyri yvirgangsálopið móti Charlie Hebdo, ið fór fram tveir dagar áðrenn. Yvirgangsmenninir tóku ein gíðla, hildið var at talan var um eina kvinnu, og so stongdu teir seg inni í einari fyritøku í vinnuøkinum í býnum.[4] Fleiri tyrlur frá løgregluni vóru í luftini yvir økin, har ið yvirgangsmenninir hildu til. Løgreglan var í samráðingum við gíslatakarnar.[5]

Samstundis sum fjølmiðlarnir vóru upptknir av gíðslatøkuni norðanfyri Paris, har báðir Kouachi-beiggjarnir vóru, ið vóru undir illgruna fyri at hava framt álopið móti Charlie Hebdo, fór ein onnur gíðslatøka fram í eystara parti av Paris, har ein afrikanskur yvirgangsmaður, Amedy Coulibaly, ið var undir illgruna fyri at hava dripið ein franskan kvinnuligan politist dagin fyri, hin 8. januar, hevði tikið fleiri fólk sum gíðslar í einum jødiskum kosher handli í Porte de Vincennes.[6] Báðar hendingarnar við gíðslatøkunum høvdu samband hvør við aðra, boðaði tíðindastovan Ritzau frá.[7] Supermarked-gíðslaránarin hótti við at drepa gíðslarnar, um løgreglan fór at storma Kouachi-beiggjarnar.[8] Stutt fyri klokkan 16 føroyska tíð[9] vóru fleiri eksplosiónir í bygninginum, har ið báðir Kouachi-brøðurnir vóru og umleið 15-20 minuttir seinni, vóru eksplosiónir og skot í kosher-handlinum. Fýra gíðslar í kosher-handlinum lótu lív, hinir gíðslarnir vóru bjargaðir. Allir tríggir gíðslaránarnir lótu lív.[10]

Myrd:

  • Ahmed Merabet, 42, løgreglumaður, myrdur uttanfyri. Officer Merabet was a Muslim.[11][12]
  • Frédéric Boisseau, 42, bygningarbeiðsmaður hjá Sodexo, varð myrdur í ganginum (the lobby)
  • Franck Brinsolaro, 49, løgreglumaður, var settur sum lívverji hjá Charb[13]
  • Cabu, 76, teknari
  • Elsa Cayat, psykoanalytikari og blaðfólk (columnist)
  • Charb, 47, teknari, blaðfólk og ábyrgdarblaðstjóri á Charlie Hebdo
  • Philippe Honoré, 74, teknari
  • Bernard Maris, 68, økonomur, ritstjóri og blaðfólk[14][15]
  • Moustapha Ourad, rættlesari
  • Michel Renaud, gestaskribentur
  • Tignous, 57, teknari
  • Georges Wolinski, 80, teknari[16]

Særd:

Mótmælisgongur og reaktiónir

rætta

Hendingin er ta blóðugasta hópdrápið, ið er framt á franskari jørð síðan 1989.[20][21][22] Seinni um kvøldið savnaðust hópur av fólki úti á gøtunum í Paris og í fleiri øðrum býum, ikki bara í Fraklandi men eisini í øðrum londum, har fólk vístu sína sorg og samkenslu við tey deyðu og tey avvarandi og vístu sín stuðul til talufrælsi. Fleiri høvdu skelti við sum vóru svørt við skriftini "Jeg suis Charlie" ("Eg eri Charlie).

Nógvir statsleiðarar kring allan heimin fordømdu álopið móti Charlie Hebdo.

Úr Føroyum sendi Felagið Føroysk Miðlafólk samkensluskriv til Charlie Hebdo.[23]

Dagin eftir yvirgangsatsóknina móti Charlie Hebdo vóru tað fleiri donsk bløð, ið vístu eins reaktión uppá álopið, eitt nú útkom Jyllandsposten við svartari forsíðu.[24]

Keldur

rætta
  1. "Tolv döda i attack mot satirtidning". 7. januar 2015. http://www.dn.se/nyheter/varlden/tolv-doda-i-attack-mot-satirtidning/. Heintað 5. januar 2015. 
  2. "Charlie Hebdo: Gun attack on French magazine kills 12", BBC News, heintað hin 7. januar 2015
  3. jyllands-posten.dk - Rapporter om gidseltagning i det nordøstlige Paris
  4. politiken.dk - Terrorjagt: Nye skyderier i fransk landsby. Skrivað hin 9. januar 2015 av Søren Astrup. Heintað 9. januar 2015.
  5. politiken.dk - Franske medier: Politiet forhandler med gidselstagere. Skrivað 9. januar 2015 av Søren Astrup. Heintað 9. januar 2015.
  6. jyllands-posten.dk - Ny gidseltagning i jødisk supermarked i Paris
  7. jyllands-posten.dk - Frankrig: Klar sammenhæng mellem to gidseltagninger
  8. politiken.dk - Supermarked-gidseltager: Jeg dræber gidslerne, hvis I stormer Kouachi-brødrene
  9. politiken.dk - Fransk militær angriber Kouachi-brødre nord for Paris
  10. ekstrabladet.dk - Fire gidsler meldes dræbt i supermarked i Paris
  11. "Charlie Hebdo attack: What we know about the three gunmen". http://www.news.com.au/world/europe/charlie-hebdo-attack-what-we-know-about-the-three-gunmen/story-fnh81p7g-1227177847039. Heintað 2015-01-08. 
  12. Polly Mosendz. "Police Officer Ahmed Merabet Shot During Charlie Hebdo Massacre". Newsweek. http://www.newsweek.com/officer-shot-during-charlie-hebdo-massacre-identified-297603. 
  13. Attentat de Charlie Hebdo, l'un des policiers tués demeurait en Normandie. 7 January 2015 www.tendanceouest.com in French (Google translated)
  14. "EN DIRECT. Massacre chez "Charlie Hebdo" : 12 morts, dont Charb et Cabu" (in French). Le Point.fr. http://www.lepoint.fr/societe/en-direct-fusillade-a-charlie-hebdo-selon-i-tele-et-20-minutes-07-01-2015-1894629_23.php. 
  15. "Les dessinateurs Charb et Cabu seraient morts" (in French). L'Essentiel. France. 7 January 2015. http://www.lessentiel.lu/fr/news/france/story/22976860. Heintað 7 January 2015. 
  16. "Attentat contre "Charlie Hebdo " : Charb, Cabu, Wolinski et les autres, assassinés dans leur rédaction" (in French). Le Monde. http://www.lemonde.fr/societe/article/2015/01/07/les-dessinateurs-et-journalistes-tues_4550767_3224.html. 
  17. http://translate.googleusercontent.com/translate_c?depth=1&hl=en&prev=search&rurl=translate.google.com&sl=fr&u=http://www.lepoint.fr/societe/en-direct-attentat-de-charlie-hebdo-le-raid-pret-a-donner-l-assaut-a-reims-08-01-2015-1894813_23.php&usg=ALkJrhgXLbHEqT5Z-akbF7UUKSe_HR3qjQ accessed 1/7/15
  18. "EN DIRECT. Attentat à Charlie Hebdo : 12 morts, les terroristes en fuite" (in French). Le Parisien. France: Le Parisien. 7. januar 2015. http://www.leparisien.fr/faits-divers/en-direct-paris-fusillade-au-siege-de-charlie-hebdo-07-01-2015-4425881.php. Heintað 7 January 2015. 
  19. "Charlie Hebdo shootings: ‘It’s carnage, a bloodbath. Everyone is dead’". The Guardian. 7. januar 2015. http://www.theguardian.com/world/2015/jan/07/charlie-hebdo-shooting-paris-magazine-target-raid. Heintað 7. januar 2015. 
  20. "Gunman Kills 14 in Rampage Through French Village". Chicago Tribune. 13 July 1989. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 8 January 2015. https://web.archive.org/web/20150108010128/http://articles.chicagotribune.com/1989-07-13/news/8902170133_1_christian-dornier-luxiol-shooting-rampage. Heintað 7 January 2015. 
  21. "Gunman's Rampage in France Leaves 14 Dead". Los Angeles Times. 13 July 1989. http://articles.latimes.com/1989-07-13/news/mn-4502_1_half-hour-rampage. Heintað 7 January 2015. 
  22. "Farmer Kills 14 in Shooting Spree; His Mother, Sister Die". AP News Archive. 13 July 1989. http://www.apnewsarchive.com/1989/Farmer-Kills-14-In-Shooting-Spree-His-Mother-Sister-Die/id-25396571d604d41b333f8b44bfb57d99. Heintað 7 January 2015. 
  23. "In.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-01-16. https://web.archive.org/web/20150116010645/http://www.in.fo/news-detail/news/foeroysk-midlafolk-syna-samkenslu/. Heintað 2015-01-08. 
  24. Aktuelt.fo[deyð leinkja]
 
Wikimedia Commons logo