Wye Dalurin
Wye Dalurin er ein dalur sum er báðumegin markið millum Ongland og Wales. Í Onglandi, Wales og Norðurírlandi hava tey ein máta at viðurkenna náttúruøkið, sum hava serligan landslags týdning. Henda viðurkenning verður nevnd Area of Outstanding Natural Beauty, stytt AONB. Wye Dalurin hevur hesa viðurkenning. Landslagið her er eitt av tí vakrasta og mest dramatiska, sum ein kann finna í Suðuronglandi. Áin Wye (Welsh: Afon Gŵy) rennur oman gjøgnum Wye Dalin, hon er fimt longsta á í Stóra Bretlandi. Tann ovasti parturin av ánni rennur ígjøgnum býirnar Rhayader, Builth Wells og Hay-on-Wye, men tað økið sum hevur fingið viðurkenningina AONB fevnir bert um tað 72 míl langa strekkið sum er longri niðri við ánna, frá beint sunnanfyri býin Hereford til Chepstow.
Keldur
rætta
Slóðir úteftir
rætta- Almenn heimasíða fyri Wye Valley Area of Outstanding Natural Beauty (AONB)
- Tann vakri Wye Túrurin Archived 2012-04-16 at the Wayback Machine
- Gloucestershire Wildlife Trust heimasíða
- Bat Conservation Trust
- Kunning fyri ferðafólk um Wye Dalin (Wye Valley)
- Wye Valley & Vale of Usk Visitor Guide 2010 Archived 2011-07-16 at the Wayback Machine
- Wye Valley Railway - søga og myndir
- The Wye Valley: Riverside of the Romantics (by Nigel Richardson), grein frá ferðavinnu sektiónini í the Daily Telegraph, pub. 23. sep. 2008