Wuhan
Wuhan ([ù.xân] ( lurta)) er høvuðsstaður í Hubei landslutinum,[3] í Kina, og er tann fólkaríkasti býurin í Miðkina.[4] Býurin liggur í eystara parti av Jianghan-slættanum har ið Yangtze og Hanshui áirnar møtast. Býurin er ein samanrenning av trimum býum, ið eru vaksnir saman, Wuchang, Hankou og Hanyang. Wuhan er kent sum "九省通衢" (jiǔshěng-tōngqú: teir nýggju landslutirnir' (í Kina) høvuðs ferðsluæðr)"; býurin er ein týðandi miðdepil fyri ferðing við fleiri jarnbreytum, vegum og akvegum ið ganga gjøgnum býin og binda hann saman við øðrum stórbýum. Orsakað av týdningarmiklu støðuni hjá býnum fyri ferðasambandi í Kina, so verður hann av og á nevndur "the Chicago of China" í útlendskum keldum.[5][6][7]
Wuhan 武汉市 | |
---|---|
Undir-landslutabýur (Sub-provincial city) | |
Frá ovast: Wuhan og Yangtze-áin, Yellow Crane Tower, Wuhan Custom House og Wuhan Yangtze River Bridge | |
Staðseting av Wuhan City í Hubei | |
Land | Kina |
Landslutur | Hubei |
Landseindir | 13 |
Township eindir | 153 |
Býurin bygdur | 1500 á.Kr. |
Stjórn | |
• Floksskrivari | Chen Yixin |
• Borgarstjóri | Wan Yong (万勇) |
Øki[1] | |
• Tilsamans | 8.494,41 km2 (Bad rounding here3,300 sq mi) |
Hædd | 37 m (121 ft) |
Fólkatal (2015) | |
• Tilsamans | 10,607,700 |
• Tættleiki | 1,200/km2 (3,200/sq mi) |
2013 | |
Mál | |
• Mál | Wuhan málføri, Standard mandarin |
Tíðasona | Kina Standard (UTC+8) |
Postnummar | 430000–430400 |
Økiskota | 0027 |
GDP[2] | 2016 |
- Total |
CNY 1.19 trillion USD 180 billion (8th) |
- Per capita |
CNY 119,000 USD 18,030(nominal) 33000(ppp) (11th) |
- Growth | 8.5% |
Nummarplátur |
鄂A 鄂O (løgregla og myndugleikar) |
Heimasíða | www.wuhan.gov.cn |
Wuhan | |||||||||||||||||||||||||||
"Wuhan" við einføldum (ovast) og siðbundnum (niðast) kinesiskum bókstavum | |||||||||||||||||||||||||||
Einfalt kinesiskt | 武汉 | ||||||||||||||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Siðbundið kinesiskt | 武漢 | ||||||||||||||||||||||||||
Bókstavilig meining | "Wǔ[chāng] og Hàn[kǒu]" | ||||||||||||||||||||||||||
|
Wuhan hevur sub-landslutastøðu (sub-provincial),[8] og er viðurkendur sum miðdepil fyri politikk, búskap, mentan, útbúgving og ferðslu í Miðkina.[4] Býurin Wuhan fekk sítt navn í 1927. Fólkatalið er 10.607.700 per 2015.[9] Í 1920-árunum var Wuhan høvuðsstaður hjá vinstrasinnaðu Kuomintang (KMT) stjórnini ið varð stýrd av Wang Jingwei sum andstøða til Chiang Kai-shek,[10] og var eisini høvuðsstaður undir krígnum í 1937.[11][12]
Søga
rættaWuhan hevur eina 3.500 ára langa søgu og er ein av elstu og mest mentaðu stórbýum í Kina. Undir Han-ríkinum, gjørdist Hanyang ein rættiliga týðandi havn. Veturin 208/9 hendi ein av kendastu bardøgunum í søgu Kina og ein týðandi hending í Søguni um tey trý kongsveldini— Stríðið um Reyðu Bergini, ið fór fram í fjøllunum nærindis Wuhan. Um tað mundi blivu múrar bygdir fyri at verja Hanyang (206 e.Kr.) og Wuchang (223 e.Kr.). Tann seinna hendingin markerar stovnanina av Wuhan. Í ár 223 varð Yellow Crane Tower (黄鹤楼) bygt á Wuchang-síðuni av Yangtze-ánni. Cui Hao, ið var ein kendur yrkjari í Tang-ríkinum, vitjaði bygningin fyrst í 8. øld. Yrking hansara gjørdi tornið til eitt av teimum kendastu í Suðurkina.[13]
Seint í 19. øld vórðu jarnbreytir víðkaðar í norður-suður ás gjøgnum býin, og tað gjørdi býin til ein tíðandi miðdepil innan umskiping millum jarnbreytina og ferðslu eftir ánni. Tað var í hesum tíðarskeiðnum, at útlendskar kreftir fingu kontroll yvir handilsøki, har áarbakkin framvið Hankou varð býttur sundur í útlenskt-stýrd handilsøki. Á økinum vóru handilsskrivstovur, vøruhús, og atløgubryggjur.
Keldur
rætta- ↑ "Wuhan Statistical Yearbook 2010". Wuhan Statistics Bureau. http://www.whtj.gov.cn/documents/tjnj2010.pdf. Heintað July 31, 2011.p. 15
- ↑ "武汉市2010年国民经济和社会发展统计公报". Wuhan Statistics Bureau. May 10, 2011. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann October 23, 2012. https://web.archive.org/web/20121023035033/http://www.tjcn.org/tjgb/201103/18954.html. Heintað July 31, 2011.
- ↑ "Illuminating China's Provinces, Municipalities and Autonomous Regions". PRC Central Government Official Website. http://www.china.org.cn/english/features/43585.htm. Heintað 2014-05-17.
- ↑ 4.0 4.1 "Focus on Wuhan, China". The Canadian Trade Commissioner Service. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-12-12. https://web.archive.org/web/20131212120036/http://www.tradecommissioner.gc.ca/eng/document.jsp?did=96289&cid=512&oid=32. Heintað 10. februar 2013.
- ↑ "Foreign News: On To Chicago". Time. 13. juni 1938. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-01-05. https://web.archive.org/web/20120105114835/http://www.time.com/time/magazine/article/0,9171,848985,00.html. Heintað 20. november 2011.
- ↑ Jacob, Mark (May 13, 2012). "Chicago is all over the place". Chicago Tribune. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann May 11, 2013. https://web.archive.org/web/20130511215253/http://articles.chicagotribune.com/2012-05-13/news/ct-talk-nato-chicago-0513-20120513_1_violent-crime-chicago-connection-south-america-s-chicago. Heintað May 22, 2012.
- ↑ 水野幸吉 (Mizuno Kokichi) (2014). 中国中部事情:汉口 (Central China: Hankou). Wuhan Press. p. 3. ISBN 9787543084612.
- ↑ "中央机构编制委员会印发《关于副省级市若干问题的意见》的通知. 中编发[19955号"]. 豆丁网. 1995-02-19. http://www.docin.com/p-51864614.html. Heintað 2014-05-28.
- ↑ 丁燕飞. "武汉市去年净流入人口突破230万人_荆楚网". http://news.cnhubei.com/xw/wuhan/201602/t3552237.shtml.
- ↑ Stephen R. MacKinnon (2002). Remaking the Chinese City: Modernity and National Identity, 1900-1950. University of Hawaii Press. p. 161. ISBN 978-0824825188.
- ↑ "AN AMERICAN IN CHINA: 1936-39 A Memoir". http://www.willysthomas.net/HankowInfo.htm. Heintað February 10, 2013.
- ↑ Stephen R. MacKinnon. Wuhan, 1938: War, Refugees, and the Making of Modern China. University of California Press. p. 12. ISBN 978-0520254459.
- ↑ Wan: Síða 42.