Wikipedia:Mánaðargreinin/oktober 2005

Fólkaflytingatíðin í Evropa
Fólkaflytingatíðin í Evropa

Fólkaflytingatíðin er tíðarskeiðið millum 300 e.Kr. og 900 e.Kr. Stórar fólkaflytingar vóru í Evropa hesa tíðina, tískil navnið. Helst eru fólkaflytingarnar byrjaðar av, at ættbólkurin húnir gjørdu innrás í germansk landaøki. Húnir trokaðu germanar undan sær og germanar trokaðu keltar undan sær. Føroysku Sjúrðarkvæðini ganga fyri seg í hesi tíðini.