Wikipedia:Mánaðargreinin/mars 2013

Javnaðarflokkurin
Javnaðarflokkurin

Javnaðarflokkurin varð stovnaður 25. september 1925. Flokkurin er ein óheftur sosialdemokratiskur flokkur á Løgtingi. Javnaðarflokkurin stovnaði blaðið Føroya Social Demokrat, sum kom út fyrstu ferð 24. mai 1927. Seinni bleiv hetta til tíðindablaðið Sosialurin, har millum blaðstjórarnar kunnu nevnast Vilhelm Johannesen og Jan Muller. Javnaðarflokkurin átti inntil 2006 tíðindablaðið Sosialin. Flokkurin broytti í 2010 navn frá Føroya Javnaðarflokkur til Javnaðarflokkurin. Í høvuðsheitum vóru tað teir somu, sum frammanundan høvdu lagt lunnar undir Socialistisk Ungdomsforbund (SUF) og Thorshavn Arbejderforening, ið tóku stig til at stovna flokkin. Tað er eisini mangt, sum bendir á, at gott samband var við Danska Javnaðarflokkin, meðan fyrireikingarnar til floksstovnanina fóru fram. SU, Sosislistiskt Ungmannafelag, varð stovnað í 1965. Tað er politiskt ungmannafelag við tilknýti til Javnaðarflokkin. SU er umboðað í leiðslu floksins á líkaføti við øll valfeløgini hjá flokkinum. SU stuðlar Javnaðarflokkin í flestu viðurskiftum, men hevur eisini havt serstøðu um serstøk politisk mál. SU er limur í FNSU, Sosialistisku Ungmannafeløgini Í Norðurlondum, og IUSY, Alheims Felagsskapurin Hjá Ungsosialistum.