Wikipedia:Mánaðargreinin/mai 2021

Butan
Butan

Butan (ella Bhutan) er eitt sjálvstøðugt kongsríki í Himaleia millum Tibet í Vesturkina og India. Har búgva umleið 700.000 fólk, sum eru millum tey fátækastu í heiminum. Landið hevur valt at avbyrgja seg og hevur tí í øldir gingið sína egnu leið. Thimphu er høvuðsstaður í Butan.

Kongsríkið Butan er gátuført og lítið kent land, tí at tað var stongt fyri umheimurin langt upp í 1970-árini. Eisini er ringt at koma fram í óføra fjallalendinum. Butan er buddistiskt land, og kongurin, nevndur drekakongurin, er einaveldugur.

Meginparturin av fólkinum í Butan býr á bygd og livir av landbúnaði. Flestu fólk á bygd eru bøndur, men nøkur eru eisini handverkarar, til dømis vevarar ella leirkerasmiðir. Húsini eru smá, og har eru bara eitt ella tvey rúm. Flestu bøndur í hálendinum í Butan liva av neytahaldi. Harðføra, síðullaða jakneytið er óført reiðdýr og tolir ógvuliga væl kulda. Jakullin verður spunnin og vovin til klæði og tjalddúkar, og halin verður nýttur sum veiftra ella kustur. Butanar eta jakkjøt, kirna smør og kæsa ost av mjólkini og turka mykjuna til brenni.

Í Butan verður viðgongd máld í mun til økologiska, etiska og andaliga menning. Moralur og upplýsingarstøði telja meira enn materiell vælferð. Buddhistisk virði eru varðveitt. Kongurin Wangchuk sigur, at "brutto tjóðareydna hevur størri týdning enn bruttotjóðarframleiðsla".