Wikipedia:Mánaðargreinin/juli 2013
Sameindu Tjóðir (stytt ST) er týdningarmesti altjóða felagskapurin í heimskipanini. Alheimsfelagsskapurin Sameindu Tjóða er ein felagsskapur, ið arbeiðir fyri at beina burtur mismun millum tjóðir, millum fólkasløg, millum borgarar og millum ymsar samfelagsbólkar. Felagsskapurin virkar fyri javnbjóðis rættindum fyri øll. Stovnurin Sameindu Tjóðir varð stovnaður fyri at forða fyri fleiri kríggjum sum Fyrra- og Seinna heimsbardaga. Sameindu Tjóðir vórðu settar á stovn í 1945, beint eftir Seinna heimsbardaga. Næstan øll fullveldislond eru í ST, har tey samstarva og samráðast um øll heimsins viðurskifti. Í 2013 eru 193 lond limir í ST. Føroyar eru ikki sjálvstøðugur limur í Sameindu Tjóðum, men eru partur av danska limaskapinum. ST hevur fýra aðalmál: at verja friðin og trygdina í heiminum, eggja londunum til rættvísi, at stuðla og menna samstarvið landanna millum og at virka sum stovnur, har londini í heiminum kunnu samstarva til tess at røkka hesum málum. Øll limalond taka undir við grundsjónarmiðunum um, at allar ósemjur teirra millum skulu verða loystar friðarliga, og at tey skulu ikki fara við hørðum ímóti øðrum londum uttan í sjálvverju.