Wikipedia:Mánaðargreinin/desember 2013

Ruhollah Khomeini
Ruhollah Khomeini

Seyyed Ruhollah Musavi Khomeini, kendur sum Ayatollah Khomeini, var ein iranskur shia-muslimskur prestur og tann politiski og andaligi leiðarin av tí iransku kollveltingini som koyrdi tann síðsta shahin, Mohammad Reza Pahlavi frá. Sum eftirkomari av profetinum Muhammed hevði hann rætt til at brúka heitið Sayyid framman fyri navnið hjá sær; eisini er svarta turbanin tekin um tað sama. Khomeini fekk tittulin Ayatollah i 1950'unum. Khomeini stýrdi Iran sum andaligur leiðari frá falli Shahsins til sín deyðadag í 1989. Khomeini var ein av teim monnunum ið hevði størst ávirkan á heimin í 20'du øld. Hann blev kosin til Ársins Mann av Time Magazine í 1979. Av nógvum varð hann mettur sum ein høvuðsfíggindi av Vesturheiminum, serliga USA. Eftirmaður Khomeini's er Ali Khamenei. Khomeini fylgdi islamisku reglunum um reinleika ið metir ikki-muslimar sum "óreinar" eins og skarn, land, blóð, vín o.s.fr., ið kravdi rituelt vask eftir fysiska kontakt við viðkomandi. Hann var ein íðin rithøvundur, ið skrivaði viðmerkingar til Koranina, islamiska løgvísi, upprunan til islamiska lóg, og islamiska siðvenju. Hann skrivaði eisini bøkur um heimsspeki, gnostisismu, yrkingar, bókmentir, stjórnmálafrøði og politikk.