Wikipedia:Mánaðargreinin/apríl 2005

65 ár liðin síðani Merkið varð viðurkent
65 ár liðin síðani Merkið varð viðurkent

65 ára flaggdagur
Flaggdagin, 25. apríl í ár, eru 65 ár liðin síðani føroyska flaggið, Merkið, varð viðurkent av bretskum myndugleikum. Hetta hendi umvegis BBC, har bretski forsætisráðharrin, Winston Churchill, boðaði frá, at føroyska flaggið nú var flagg føroyinga á sjónum. Dagurin verður hildin við fundum og guðstænastum í Føroyum og uttanlands. Merkið varð gjørt í 1919, t.e. fyri 86 árum síðani.