Wikipedia:Hendingar/31. mai
Hin 31. mai: Altjóða Roykfríur Dagur
- 1795 - Illa gitni kollveltingardómstólurin (franskt: tribunal révolutionnaire) hjá ræðslustýrinum í Fraklandi verður niðurlagdur.
- 1859 - Klokkan í klokkutorninum (myndin), ið húsar Big Ben í London, byrjar at ganga.
- 1935 - Ein jarðskjálvti í bretska hjálandinum Balochistan, sum í dag er ein partur av Pakistan, krevjar nógv mannalív. Millum 30.000 og 60.000 fólk missa lívið.
- 1962 - Nasisturin Adolf Eichmann verður hongdur í Ísrael.
- 1973 - Richard Nixon forseti USA og Georges Pompidou forseti Fraklands fundast um heimsmál í Reykjavík.
Leiðbeining
rættaÁ hesi síðu skulu helst bert vera tríggjar hendingar, ið verða skrivaðar stutt og í punktformi, danska Wikipedia hevur bert 3 hendingar fyri hvønn dagin, ið sæst á forsíðuni, tann enska hevur fimm hendingar og tann norska hevur uppaftur fleiri hendingar. Tað má bara vera upp til tann ið skrivar her at meta um, hvat ið passar best, men ikki ov nógvar hendingar. Hendingarnar skulu eisini kunna finnast aftur í greinini fyri dagin, og tað eigur at vera talan um týðandi hendingar fyri dagin.
Harumframt kunnu merkisdagar skrivast ovast (t.d. ólavsøka fyri 29. juli). Ein viðkomandi mynd skal eisini vera við her fyri at ímynda eina av hendingunum, hon skal bert vera 80 pixel (px) til støddar.