Wikipedia:Hendingar/30. apríl
Hin 30. apríl:
- 1812 - Louisiana verður átjandi statur USA.
- 1945 - Adolf Hitler og kona hansara Eva Braun fremja sjálvsmorð í einum bunkara í Berlin, tá tað gongur upp fyri Hitler at hann er við at tapa kríggið.
- 1980 - Beatrix av Niðurlondum (myndin) verður drotning.
- 2008 - Tvær beinagrindir verða funnar tætt við Yekaterinburg í Russlandi. Russisk rannsóknarfólk staðfesta at talan er um Alexei Nikolaevich og Anastasia Nikolaevna, sum vóru avrættaði saman við restini av russisku keisarafamiljuni í 1918.
- 2013 - Willem-Alexander av Niðurlondum tekur við trúnuni av mammu síni Beatrix, og verður kongur av Niðurlondum.
Leiðbeining
rættaÁ hesi síðu skulu helst bert vera tríggjar hendingar, ið verða skrivaðar stutt og í punktformi, danska Wikipedia hevur bert 3 hendingar fyri hvønn dagin, ið sæst á forsíðuni, tann enska hevur fimm hendingar og tann norska hevur uppaftur fleiri hendingar. Tað má bara vera upp til tann ið skrivar her at meta um, hvat ið passar best, men ikki ov nógvar hendingar. Hendingarnar skulu eisini kunna finnast aftur í greinini fyri dagin, og tað eigur at vera talan um týðandi hendingar fyri dagin.
Harumframt kunnu merkisdagar skrivast ovast (t.d. ólavsøka fyri 29. juli). Ein viðkomandi mynd skal eisini vera við her fyri at ímynda eina av hendingunum, hon skal bert vera 80 pixel (px) til støddar.