Wikipedia:Hendingar/29. apríl
Hin 29. apríl: Altjóða Dansdagur
- 1770 - Bretski rannsóknarfarin James Cook siglir inn í Botanyflógva, sunnaliga á eysturstrondini í Avstralia. Hann lýsir nýfunna landið sum bretskt land.
- 1916 - Uppreistur ímóti bretsku stjórnini í Írlandi, sum byrjaði um páskirnar 1916, hevur miseydnast. Uppreisturin vardi bert í seks dagar.
- 1945 - Adolf Hitler giftist Evu Braun (myndin) í einum bunkara í Berlin.
- 1992 - Ófriður tekur seg upp í Los Angeles, USA. 53 fólk lata lív næstu tríggjar dagarnar, og fleiri hundrað bygningar verða oyðilagdir.
- 2006 - Norðoyatunnilin letur upp fyri ferðslu.
Leiðbeining
rættaÁ hesi síðu skulu helst bert vera tríggjar hendingar, ið verða skrivaðar stutt og í punktformi, danska Wikipedia hevur bert 3 hendingar fyri hvønn dagin, ið sæst á forsíðuni, tann enska hevur fimm hendingar og tann norska hevur uppaftur fleiri hendingar. Tað má bara vera upp til tann ið skrivar her at meta um, hvat ið passar best, men ikki ov nógvar hendingar. Hendingarnar skulu eisini kunna finnast aftur í greinini fyri dagin, og tað eigur at vera talan um týðandi hendingar fyri dagin.
Harumframt kunnu merkisdagar skrivast ovast (t.d. ólavsøka fyri 29. juli). Ein viðkomandi mynd skal eisini vera við her fyri at ímynda eina av hendingunum, hon skal bert vera 80 pixel (px) til støddar.