Wikipedia:Hendingar/14. juni
Hin 14. juni: Altjóða Blóðgevaradagur
- 1158 - Býurin München í Týsklandi verður stovnaður av Heinrich der Löwe.
- 1777 - Stars and Stripes (myndin) verður viðurkent sum flagg USA.
- 1900 - Hawaii gerst amerikanskt øki (United States territory).
- 1907 - Kvinnur fáa valrætt í Noregi.
- 1940 - Seinni heimsbardagi: Týskland hertekur París í Fraklandi.
- 2014 - Tríggjir føroyingar luttaka í donsku fitnesskappingini Natural Power Fitness, ið verður hildin í Randers í Danmark, við góðum úrsliti. Jórun Larsen Mørkøre vinnur kvinnuflokkin, Árna Fjallstein gerst nummar tvey í sama flokki, og David Arge Galán gerst nummar tvey hjá monnum.
Leiðbeining
rættaÁ hesi síðu skulu helst bert vera tríggjar hendingar, ið verða skrivaðar stutt og í punktformi, danska Wikipedia hevur bert 3 hendingar fyri hvønn dagin, ið sæst á forsíðuni, tann enska hevur fimm hendingar og tann norska hevur uppaftur fleiri hendingar. Tað má bara vera upp til tann ið skrivar her at meta um, hvat ið passar best, men ikki ov nógvar hendingar. Hendingarnar skulu eisini kunna finnast aftur í greinini fyri dagin, og tað eigur at vera talan um týðandi hendingar fyri dagin.
Harumframt kunnu merkisdagar skrivast ovast (t.d. ólavsøka fyri 29. juli). Ein viðkomandi mynd skal eisini vera við her fyri at ímynda eina av hendingunum, hon skal bert vera 80 pixel (px) til støddar.