Jórun Larsen Mørkøre

bodybuildari, bakari, vinnulívskvinna

Jórun Larsen Mørkøre (fødd 19. juli 1970 í Klaksvík) er ein føroysk vinnulívskvinna, bakari og ítróttakvinna. Hon eigur og er stjóri í síni egnu fyritøku, ið nevnist Bakaríið hjá Jórun og liggur í Klingrugarði í Klaksvík.[1]

Jórun Larsen Mørkøre
er eitt menniskja
Fødd(ur) 19. jul 1970 í/á Klaksvík
Starv kropsbyggjari, baker, vinnulívsfólk
Dátuheiti

Lívsleið rætta

Lívsleið sum vinnulívskvinna rætta

Hon varð útlærd sum bakari sum 23 ára gomul, og í 1999 valdu hon og maðurin Kim at keypa bakaríið Hjá KI frá svágri hennara. Jórun fór beinanvegin undir at nýmótansgera og víðka um fyritøkuna, men vakstrarmøguleikarnir vóru avmarkaðir og Jórun søkti tí um at fáa grundstykki, tá økið Klingrugarður varð útlagt sum ídnaðarøki í Klaksvík, og í 2004 stóð nýbygda bakaríið ‘Hjá Jórun’ klárt at taka í nýtslu. Bakaríð hjá Jórun hevur støðugt ment seg og fyritøkan umsetur fyri milliónir. Hesi seinastu fimm árini hevur bakaríið í meðal útgoldið 6 mió kr í lønum um árið, ella góðar 30 mió kr tilsamans og er bakaríið tískil eitt av stóru arbeiðsplássunum í Klaksvík. Í 2013 varð Jórun kosin Megnarkvinna 2013.[2]

Lívsleið innan ítrótt rætta

Hon er aktivur rennari og rennur fyri felagið Treysti úr Klaksvík, har hon eisini er limur í trivnaðarnevnini hjá felagnum.[3] Hon luttók á HM í hálvmaraton 2014, sum varð hildið í Keypmannahavn, hon kom á mál við tíðini 1:50.37.[4] Hon luttók eisini á Eik hálvmaraton Klaksvík 2014, har hon gjørdist nummar sjey í opna bólkinum hjá kvinnum við tíðini 1:52.45.[5] Hon hevur fyrr verið aktiv innan hondbólt, fótbólt og flogbólt. Kendast man hon tó vera fyri avrikini innan fitness kappingar. Hon hevur sett fleiri føroysk met og í juni 2014 vann hon kappingina Natural Power Fitness í Danmark. Nummar tvey í somu kapping gjørdist havnakvinnan Árna Fjallstein. Hjá monnum gjørdist føroyingurin David Arge Galan nummar tvey.

Úrslit innan fitness rætta

  • Nr. 1 í Natural Power Fitness 2014 í Danmark[6]
  • Nr. 1 í Fitness Føroyar 2013.[7][8]

Føroysk styrkismet sum Jórun hevur sett rætta

Tølini niðanfyri eru dagførd sambært heimasíðuni yndi.fo hin 14. juni 2014.[9]

Vektklassi Squat Bench Press Deadlift Tilsamans
52 kg 100 kg (13) 70 kg (13) 125 kg (13) 295 kg (13)
56 kg 100 kg (12) 67,5 kg (12) 115 kg (13) 277,5 kg (12)
60 kg 107,5 kg (11) 67,5 kg (11) 117,5 kg (11) 292,5 kg (11)
67,5 kg 70 kg (12)

Heiður rætta

  • 2013 - Ársins Megnarkvinna. Prísurin verður latin eini kvinnu, sum hevur klárað seg væl sum íverkseti og verður latin av Íverksetarahúsinum og blaðnum Kvinna.[10]

Keldur rætta

  1. "industry.fo". http://www.industry.fo/Default.aspx?ID=4008. Heintað 2014-06-15. 
  2. is.fo[deyð leinkja]
  3. "treysti.fo". http://www.treysti.fo/nevnd.html. Heintað 2014-06-15. 
  4. "Treysti.fo". http://www.treysti.fo/nogv+god+avrik+i+hm+halvmaraton+i+keypmannahavn.html. Heintað 2014-06-15. 
  5. "Treysti.fo". http://www.treysti.fo/nyggjarshalvmaraton+2014+urslit+og+filmur.html. Heintað 2014-06-15. 
  6. "in.fo, Føroyingarnir hølvaðu alt av, skrivað hevur: Rannvá G. Fossaberg hin 14.06.2014". http://www.in.fo/news-detail/news/foeroyingarnir-hoelvadu-alt-av/. Heintað 2014-06-15. 
  7. sportal.fo, Fitness Føroyar: Nýggjur vinnari skal finnast hjá monnum[deyð leinkja]
  8. kvf.fo
  9. "yndi.fo, Styrkimet Kvinnur". http://www.yndi.fo/styrki-fo/styrkimet/styrkimet-kvinnur. Heintað 2014-06-15. 
  10. is.fo, Jórun L. Mørkøre fekk Megnarprísin 2013[deyð leinkja]