Wikipedia:Hendingar/12. apríl
Hin 12. apríl:
- 1606 - Union Jack (myndin) verður opinbera flaggið á øllum enskum og skotskum skipum.
- 1814 - Napoleon, sum dagin fyri hevur undirskrivað semjuskjal um at lata trónuna sum franskur keisari frá sær og góðtaka útlegd sína í oynni Elba, roynir at fremja sjálvmorð við arsen-eitri, men royndin miseydnast.
- 1940 - Seinni heimsbardagi: Bretar hertaka Føroyar.
- 1961 - Yuri Gagarin verður fyrsta menniskja úti í rúmdini í rúmdarferjuni Vostok 1.
- 1992 - Disneyland Paris, tá kallað Euro Disney Resort, letur upp í Paris, Fraklandi.
- 2014 - Pál Joensen vinnur gull í 1500 m. frí finaluni í Cup Eindhoven. Tíðin hjá Páli er 15.19.20
Leiðbeining
rættaÁ hesi síðu skulu helst bert vera tríggjar hendingar, ið verða skrivaðar stutt og í punktformi, danska Wikipedia hevur bert 3 hendingar fyri hvønn dagin, ið sæst á forsíðuni, tann enska hevur fimm hendingar og tann norska hevur uppaftur fleiri hendingar. Tað má bara vera upp til tann ið skrivar her at meta um, hvat ið passar best, men ikki ov nógvar hendingar. Hendingarnar skulu eisini kunna finnast aftur í greinini fyri dagin, og tað eigur at vera talan um týðandi hendingar fyri dagin.
Harumframt kunnu merkisdagar skrivast ovast (t.d. ólavsøka fyri 29. juli). Ein viðkomandi mynd skal eisini vera við her fyri at ímynda eina av hendingunum, hon skal bert vera 80 pixel (px) til støddar.