Vivino
Vivino er ein app ella applikatión, har tú kann taka eina mynd av einari og hvørjari vín-fløsku og so fortelur appin tær alt um vínslagi og vísir tær afturmeldingar frá øðrum brúkarum. Appin varð gjørd í 2009 av føroyinginum Heina Zachariassen og dananum Theis Søndergaard.
Appin er ein av best umtóktu vín-appunum í heiminum og liggur millum tíggju tær bestu í mat- og drekka-bólkinum í app-savninum hjá Apple. Í mars 2012 fór Vivino upp um 1 mió. brúkarar. Í 2014 er Vivino heimsins mest brúkta app til vín, og er komin uppá 6,6 mió. brúkarar.[1] Vivino hava so gott orð á sær, at íleggjarar standa í kø fyri at seta pengar í appina.[2] Tað skulu pengar til at menna ein slíka app. Janus Friis, sum stovnaði Skype, gjørdist ein av íleggjarunum, og í 2013 komu nýggir íleggjarar afturat. Vivino hevur á henda hátt fingið eitt samanlagt innskot uppá 50 mió. kr frá íleggjarum. Vivino heldur til á Amager í København, har tað starvast 18 fólk, í Ukraina starvast 8 forritarar, í India somuleiðis 8 forritarar.[3] Harumframt hevur Vivino lut í einum liði av 50 fólkum, sum sita í India. Tey seta saman myndir av vínetikettum í teimum førum, har hetta ikki letur seg gera sjálvvirkandi. So er tað ikki minst nýggja deildin í San Francisco, har Heini Zachariassen flutti til í 2014, so hann kundi vera tættari íleggjarunum og stórum fyritøkum sum Facebook, YouTube og Apple. Hann flutti í august 2014 til San Francisco við konu, trimum børnum og hund. Síðani Vivino fekk deild í USA, er talið á teimum, sum taka Vivino-appina niður, vaksið nógv. USA er størsti marknaðurin hjá Vivino, og vínlandøkið Napa Valley liggur ein stuttan koyritúr burturi. 200.000 fólk skanna vín umvegis app hansara ein vanligan leygardag fyri at fáa upplýsingar um vínið, tey drekka. Og hvønn dag leggjast fleiri aftrat. Í 2014 umfatar Vivino yvir 1,3 millioner sløg av víni og har ber til hjá fólki úr øllum heiminum at fáa upplýsingar um hvørt slagi og eisini ummæli.
Skipanin virkar á tann hátt, at tú tekur eina mynd av vínspjaldrinum, og so leitar forritið eftir víninum í dátagrunninum hjá Vivino, har 1,3 mió. vínsløg verða tøk um stutta tíð. Tá vínið er funnið, kanst tú lesa um tað, og síggja hvat aðrir brúkarar siga um tað. Tú kanst eisini meta um vínið sjálv/ur og seta eitt ”like” ella ”dislike”. Vivino er ein app til smartphones, sum letur teg skapa ein digitalan "vínkjallara". Við appini hevur tú møguleika at taka myndir av vínfløskum, sum automatiskt verða skrásettar og paraðar við røttu vínfløskuna úr databasanum hjá Vivino, sum kann reypa við at hýsa upplýsingar um fleiri enn eina millión ymsar vínfløskur. Millum annað ber tað síðani til at lesa ummæli av fløskunum frá øðrum brúkarum av Vivino, umframt at skriva síni egnu ummæli.[4]
Í 2013 kundi fyritøkan vísa ein netto kapital á góðar 74 milliónir krónur.[5] Í 2014 eru fleiri enn 6,6 milliónir aktivir brúkarar, ið nýta Vivino, ið veksur meiri og meiri fyri hvønn dag.
Ávísingar úteftir
rætta- Mr Vivino vitjar heim á klettarnar, in.fo, 7. apríl 2023
Keldutilfar
rætta- ↑ "Góða gongdin hjá Vivino heldur fram - Portal.fo". 13. nov. 2014. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 21. nov. 2014. http://archive.today/lfX67.
- ↑ "Har tatt verden på ett år – nå blar investorene opp". 18.juli 2013. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 21. nov. 2014. http://archive.today/WFiIs.
- ↑ Say Hello to the Wine App for 'Normal People', forbes, 13. aug. 2013
- ↑ – Trenger ikke å kunne kode, tek.no, 19. august 2013
- ↑ Vivino uncorks $10.3M to turn anyone into a wine snob, venturebeat.com, 17. juli 2013