Vendisnípa ella skógsnípa (frøðiheiti - Scolopax rusticola) er reydligari á liti enn mýrisnípa og nógv størri — nakað sum dúgva til støddar. Í Føroyum eigur hon ikki, men nógv í skógunum í Noregi og Svøríki. Um heystið flytur hon suður til Onglands, og møtir hon tá tráum vindi av eystri ella landsynningstømingi, so koma nakrar higar. Tær halda seg í haganum, men lítið sæst til teirra. Mýrisnípu dámar væl um dimmið, og skógsnípuni enn betur; hon er rættur náttarfuglur. Um dagin situr hon so væl fjald, at tú fært ikki eyga á hana, fyrr enn hon flýgur upp stutt frá tær. Tá skundar hon sær nakað burt og setur seg aftur líka væl fjald. Fert tú hagar, sum hon hvarv, letur hon teg ikki koma sær so nær; og heldur tú við at leita eftir henni, verður hon styggari hvørja ferð eftir aðra. Sum veturin líður fækkast tær og hvørva. Um várið, tá ið tær eru í norðurferð, koma stundum nakrar aftur, men so skjótt tær fáa lagaligan byr, leita tær burtur hiðani til heim sítt.