Vígdis Hentze Olsen
Vígdis Eliesersdóttir Hentze Bjørck er ein føroyskur dansari, koreografur og sjónleikari.[1]
Í 2006 vann hon donsku dansikappingina hjá DR Kan du danse?. Hon hevur nomið sær útbúgving innan dans í Gøteborg og í New York. Hon er virkin á fleiri ymiskum økjum bæði sum dansari, koreografur og undirvísari í fleiri londum, eisini í Føroyum, eitt nú hevur hon gjørt koreografiina til sjónleikin Myrk rúm (2014) sum Marjun Syderbø Kjelnæs hevur skrivað leikhandrit til og til musicalina Jesus Christ Superstar (2010).
Heiður
rætta- 2005: Starvsløn frá Mentanargrunni Landsins
- 2005: Árligan stuðul frá Ballet Academy.
- 2006: Vinnari av donsku sjónvarpskappingini “So You Think You Can Dance?” DR, Danmark.
- 2007: Stuðul frá Gramex.
- 2008: Eitt-ára gávugóðs íbúð í New York frá Bikuben grunninum.
- 2008: Gávugóðs frá Merce Cunningham Studio
- 2008: Eitt-ára persónligt sponsorat frá Føroya Banka
- 2009: Stuðul frá Gramex, Danmark.
- 2009: Starvsløn frá Mentanargrunni Landsins
- 2010: Árliga starvsløn frá danska sjónleikarafelagnum.
- 2011: 3-mánaðar starvsløn frá Mentanargrunni Landsins
Keldur
rættaSlóðir úteftir
rætta- Almenn heimasíða Archived 2014-01-06 at the Wayback Machine