Vágsvegur
Vágsvegur er høvusgøtan í Vági. Vegurin byrjar har eysturi í býnum við Vendiplássið og fer vestur gjøgnum býin, til gøtan skiftir navn til Eiðisveg vesturi í Bø. Í miðbýnum í Vági, báðumegin Vágsveg, liggja handlar og aðrir vinnu-, skrivstovu- og kommunalir bygningar, vanlig sethús liggja eisini framvið Vágsveg á báðum síðum. Vágs Skipasmiðja liggur eisini við Vágsveg mitt í býnum. Yvirav Skipasmiðjuni liggur handilsdeplin Torgið. Í vestara parti av býnum, eisini við Vágsveg, liggja bygningarnir á Gørðunum, sum Dahl familjan átti í umleið 130, til kreppuna fyri í 1990-árunum. Síðan hevur Alex Vilhelm keypt ognirnar, Handilin á Gørðunum verður enn nevndur Handilin á Gørðunum. Býráðsskrivstovan hjá Vágs kommunu liggur á Vágsvegi 30, beint eystanfyri Vágs skúla og Vágs kirkju. Samkomuhúsið Bethel hjá Brøðrasamkomuni liggur eisini við Vágsveg, har ið Toftavegur møtir Vágsvegi í vestara enda. Yvirav Bethel liggur Heilsumiðstøðin, har ið kommunulæknar, tannlæknar og fótarøktari hava viðtalur. Meinigheitshúsið liggur eisini við Vágsveg, vestanfyri Gamla kirkjugarð, ið eisini liggur við Vágsveg. Ein bensinstøð liggur við Vágsveg, tað er Effo-støðin, ið liggur beint eystanfyri Gamla Kirkjugarð og vestanfyri Heilsumiðstøðina. Vesturi við Sandin er Vágsvegur á norðaru síðu, og har millum Sandin, Vágsveg og býlingin við Kráir liggur Viðarlundin á Sandinum í Vági. Fyrr vóru tríggir peningastovnar í Vági, ið allir lógu framvið Vágsvegi, nú er bert ein av teimum eftir, Suðuroyar Sparikassi, ið liggur í bygninginum, har ið Føroya Banki (ið nú eitur Bank Nordik) var fyrr, millum Litbúðina og Torgið. Í 2015 letur upp nýtt býarbókasavn í miðbýnum í Vági við Vágsveg, yvirav Sparikassanum.
Vágvegur er ein gomul gøta og varð gjørd áðrenn bilar koyrdu. Tá ið bilar byrjaðu at koma, tók kommunan stig til at breiðka Vágsveg, og vóru nøkur hús flutt í tí sambandi.
Myndir
rætta-
Gamli kirjugarður liggur við Vágsveg.
-
Minnisvarði teirra sjálátnu í Vági liggur við Vágsveg
-
Petursplássið við standmynd av Petur Dahl læt upp í 2012, tað er ímillum Suðuroyar Sparikassa og Vágs Litbúð.
-
Ruth Smith Savnið liggur í Gamla Skúla á Vágsvegi 101 (brúni og guli bygningurin)
-
Sirri helt til í hesum bygninginum á Vágsvegi í vestara parti av Vági. Í 1970-árunum og 1980-árunum var biografur í bygninginum. Jørgin Olsen við familju búði uppi á.
-
Skrúgonga eftir Vágsvegi á jóansøku 2012.
-
Torgið á Vágsvegi