Ayers Rock

(Ávíst frá Uluru)

Uluru, eisini kend sum Ayers Rock (alment: Uluru / Ayers Rock[1]), er hin best umtókti merkisstaðurin í Avstralia. Hesin veldigi sandsteinskletturin, ið skjýtur seg upp úr slættari, stórari oyðimørk, er 348 m. høgur. Hóast hann stendur nógvar hundrað kilometrar frá bygdum øki, kemur nógv ferðafólk hagar. Hann er samstundis ein hin størsti halgidómurin hjá avstralska upprunafólkinum aboriginunum. Uluru/Ayers Rock er serliga vakur í skýmingini, tá ið ljósið og litirnir skifta.

Mitt á einum stórum slætta inni í landinum, har eingin býr, er Uluru, ella Ayers Rock, sum hesin veldiga stóri kletturin eisini verður nevndur.

Hjá upprunafólkinum er hetta ein heilagur klettur, sum fólk ikki eiga at fara upp á.

Ávísingar úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur

rætta
  1. Uluru / Ayers Rock, Place Names Register