Tutuila
Tutuila er størsta oyggin í Amerikonsku Sámoa. Oyggin er 33 km long og 4,8 km breið. Fólkatalið á oynni er 55,876. Størsti býurin eitur Tāfuna. Hægsta punkið á Tutuila eitur Matafao Peak. Tað er 653 metrar yvir sjóvarmálanum. Á Tutuila regnar í miðal 3,250 mm um árið.
Á Tutuila ber til at síggja nógv plantur og djór, sum eru sjáldsom aðrastaðni í USA. Norðan fyri Tutuila liggja Pola Island og Nuusetoga Island, sum eru tvær sera lítlar oyggjar.