Tour de Pologne
Tour de Pologne (franskt fyri "Kring Pólland", enskt: "Tour of Poland"), almenn stytting: TdP, er ein vegsúkklukapping í Póllandi. Kappingin er í teinum og fevnir vanliga um sjey ella otta teinar á tilsamans umleið 1,200 km til longdar. Kappingin varð fyrstu ferð hildin í 1928. Til 1952 var hon ikki hildin regluliga, men síðan hevur hon verið ein árlig kapping. Til 1993 var talan um eina kapping fyri amatørar, og flestu vinnararnir frá tíðarskeiðnum til tá vóru úr Póllandi.
Kunning um kappingina | |
---|---|
Dato | August |
Øki | Pólland |
Enskt navn | Tour of Poland |
Lokalt navn(nøvn) | Wyścig Dookoła Polski (Pólskt) |
Disiplin | Vegsúkklukapping |
Kapping | UCI World Tour |
Slag | Teinakapping |
Kappingarstjóri | Czesław Lang |
Søgan | |
Fyrsta kapping | 1928 |
Útgávur | 73 (pr. 2016) |
Fyrsti vinnarin | Feliks Więcek (POL) |
Flestir sigrar |
Dariusz Baranowski (POL) Marian Więckowski (POL) (3 sigrar) |
Seinasti | Tim Wellens (BEL) |
Tour de Pologne gjørdist partur av UCI ProTour í 2005, og partur av UCI World Ranking kalendaranum í 2009.