Torbjørn Olsen
Torbjørn Olsen (føddur 1956) er ein føroyskur listamálari. Hann hevur málað landsløg, bygdarløg og býarmyndir. Vestaravág í Tórshavn var í nógv ár hansara serstaka myndevni, men hann hevur eisini viðgjørt býin og gøturnar í býnum við ferðslu og fólki. So við og við eru menniskju og andlitsmyndir vorðin eitt høvuðsevni, og haðani er hann farin til kirkjuligar málningar og hevur málað til dømis kendu altartalvuna í Haldarsvíkar kirkju, sum avmyndar seinastu kvøldmáltíðina.