Tokugawa Iemochi
Tokugawa Iemochi, (徳川 家茂), føddur 17. juli 1846 í Edo var tann fjúrtandi shogun í Tokugawa-shongunatinum. Hann stýrdi frá 1858 til 1866.[1]
Tokugawa Iemochi | |
---|---|
14. Edo Shogun | |
Í embæti 14. august 1858 – 29. august 1866 | |
Monarkur | Emperor Kōmei |
Undanmaður | Tokugawa Iesada |
Eftirmaður | Tokugawa Yoshinobu |
Persónlig kunning | |
Fødd(ur) | Minato,Edo, Japan | 17. juli 1846
Andaðist | 29. august 1866 Osaka Castle, Japan | (aldur 20)
Hjúnafelagi(ar) | Princess Kazu |
Undir stjórnartíð hansara fór fram eitt innanhýsis maktstríð orsakað av fyrsta veruliga sambandinum millum Japan og USA árini 1853-1854 við tí eftirfylgjandi ”upplating” móti Vesturheiminum. Valdið hjá Shogunatinum viknaði undir stýrið Tokugawa.[1]
Lívsleið
rættaTokugawa Iemochi, sum í barnaárunum var nevndur Kikuchiyo, var elsti sonur Tokugawa Nariyuki (1801–1846) og Ji-sein og varð føddur í Edo. Pápin var ein av teimum yngru synunum hjá tí ellivta shogun, Tokugawa Ienari.
Tá hann var eitt ára gamal, varð hann ættleiddur av daimyon Tokugawa Narikatsu, sum han eftirfylgdi sum fýraáragamal í 1850. Navn hansara varð tá broytt til Tokugawa Yoshitomi. Í 1858 varð hann tó enn einaferð ættleiddur, hesaferð av tí barnleysa trettanda shogun, Tokugawa Iesada, og tí gjørdist tað hann, ið tók við sum shogun, tá hesin doyði sama árið. Tann tólvára gamli drongurin var eitt umstrítt val og fleiri egnaði valvevni vórðu førd fram sum væl egnaði. Tað endaði tó við, at shogunatið stuðlaði valinum, ið endaði við blóðigum útreinsanum tað seinasta árið undir Ansei-tíðini.[2]
Shogun
rættaTokugawa Iemochi giftist í 1862 við prinsessu Kazu-na-miya, ein gifta, ið shogunatið skipaði fyri sum kôbu gattai (merkir umleið "sameining millum hovið og hervaldið"), við vónini um at kunna blíðka keisaravinarligir víðgongd viðhaldsfólk.
Tann 22. april 1863 kom shogun Iemochi til høvuðsstaðin saman við meira enn 3000 vasalum, eftir at keisarin hevði tilkallað hann. Tað var fyrstu ferð síðan vitjaninan hjá Tokugawa Iemitsu, ið hendi 230 ár áðrenn hesa, at ein shogun hevði vitjað Kyoto.[3]
Tokugawa Iemochi doyði longu sum tjúguára gamal. Deyðsorsøkin segðist vera hjartaslysni (hjartasvikt) vegna beriberi (B1 vitaminmangul). Stutta tíð áðrenn hann doyði, hevði hann ættleitt Tayasu Kamenosuke, ið skuldi gerast eftirfylgjari hansara. Kamenosuke var bert trýára gamal, og av tí at shogunatið lá í kríggi, varð Tokugawa Yoshinobu í staðin útvaldur til tann fimtanda shogun.[4] Hann varð longu blivin nevndur sum ein hóskandi eftirfylgjari til Iesada, men nú gjørdist hann í staðin tann fimtandi og seinasti shogunen í Tokugawashogunatinum.
Keldur
rætta- ↑ 1.0 1.1 "1800-1899" (in enskt). Japan - Memoirs of a Secret Empire. http://www.pbs.org/empires/japan/timeline_1800.html. Heintað 15. november 2016.
- ↑ Ravina, Mark (2004). The Last Samurai: The Life and Battles of Saigo Takamori (in enskt). John Wiley & Sons. p. 63. ISBN 9781118045565. Retrieved 15 November 2016.
- ↑ Ponsonby-Fane, Richard (1956). Kyoto: the Old Capital of Japan, 794–1869 (in enskt). p. 325.
- ↑ "SHOGUNS, SAMURAI AND NISHIKI GOI (JAPANESE KOI) – Tokugawa Iemochi" (in engelsk). Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-08-15. https://web.archive.org/web/20160815005240/http://www.pondkoi.com/tokugawa_shoguns.htm#Iemochi. Heintað 15. november 2016.