The Kinks var enskur bólkur, sum brøðirnir Ray Davies og Dave Davies tóku stig til fyrst í 1960'unum. Saman við bassleikaranum Peter Quafie og trummusláaranum Mick Avory slógu teir ígjøgnum á tónleikapallinum í 1964 við stóra hittinum "You Really Got Me", sum stundum verður nevnt fyrsta tungmálms-lagið (fyrsta Heavy Metal lagið), hóast onnur løg eisini verða nevnd í hesum sambandi. Næsta stóra hittið hjá The Kinks var "All Day And All Of The Night", ið er ein umskriving av "You Really Got Me"; men tó at The Kinks í fyrstuni spældi rættiliga harðan rock samanborið við samtíðarbólkar, so vóru tað evnini hjá Ray Davies at skriva sangir, ið lýstu lívið hjá vanligum menniskjum í Bretlandi, sum av sonnum gjørdu The Kinks til ein merkisverdan bólk. Ein tann fyrsti sangurin við hesum samfelagsliga broddi var "A Well Respected Man" (1965), ið kom at standa sum ein snúningspunkt á yrkisleiðini hjá The Kinks.

The Kinks 1966. Ray Davies, Dave Davies, Mick Avory, Pete Quaife

Studio-pláturnar hjá The Kinks

rætta
  • The Kinks (1964)
  • Kinda Kinks (1965)
  • The Kink Kontroversy (1965)
  • Face To Face (1966)
  • Something Else (1967)
  • The Village Green Preservation Society (1968)
  • Arthur (Or The Decline And Fall Of The British Empire) (1969)
  • Lola Vs Powerman And The Money-Go-Round (1970)
  • Muswell Hillbillies (1971)
  • Everybody's In Showbiz (1972)
  • Preservation, Act 1 (1973)
  • Preservation, Act 2 (1974)
  • Soap Opera (1975)
  • Schoolboys In Disgrace (1975)
  • Sleepwalker (1977)
  • Misfits (1978)
  • Low Budget (1979)
  • Give The People What They Want (1981)
  • State Of Confusion (1983)
  • Word Of Mouth (1984)
  • Think Visual (1986)
  • UK Jive (1989)
  • Phobia (1993)
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið