Tannhvalir (frøðiheiti - Odontoceti) eru hvalir, sum vanliga hava tenn, tó at onkrir eru tannleysir.

Hvalirnir sum heild eru flokkaðir í tveir undirhópar: barduhvalir (Mysticeti) og tannhvalir (Odontoceti). Tannhvalir eru flokkaðir í 9 ættir við 36 slektum og fata eisini um delfinir og nísur. Roknað verður við tilsamans uml. 76 sløgum av tannhvali. Tannhvalur hevur úr 0-2 tenn (døglingur) upp í 40 tenn (springari) hvørjumegin í kjaftinum. Føðin hjá tannhvali er mest høgguslokkur og fiskur.

Dømi um tannhvalir eru: nísa, grindahvalur (Globicephala melas), skjórutur springari (Lagenorhynchus acutus), hvessingur (Tursiops truncatus), døglingur (Hyperoodon ampullatus), bóghvítuhvalur/mastrahvalur (Orcinus orca) og avgustur (Physeter macrocephalus). Hesi sjey sløgini síggjast meira ella minni regluliga á føroyskum sjóøki.

Onnur sløg, ið sædd eru í føroyskum sjóøki, eru nevhvalur (Mesoplodon bidens), náhvalur (Monodon monoceros), hvítfiskur (Delphinapterus leucas), kjafthvítur springari (Lagenorhynchus albirostris), rípuspringari (Stenella coeruleoalba), delfin (Delphinus delphis) og falskur mastrarhvalur (Pseudorca crassidens).

Avgustur er heimsins størsti tannhvalur.


Keldur

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið