Taxi var ein føroyskur rock/pop tónleikabólkur, sum var virkin í seinnu helvt av 1990-árunum. Bólkurin vann Prix Føroyar í 1999. Tað vóru Kim Hansen, Kaj Johannesen og Jón Mc Birnie, ið stovnaðu bólkin. Kim og Kaj høvdu spælt saman fyrr í Moirae saman við Terja Rasmussen og øðrum. Teir góvu eina EP fløgu út í 1999, sama ár sum teir vunnu Prix Føroyar. Aðrir hava eisini spælt við í bólkinum: Magnus Johannessen á keybord og Jim Skou Andersen á saxofon. Í 2001 spældi Janus Kampmann guitar í Taxi.[1]

Útgávur

rætta
  • 1999 - Taxi, EP, fýra sangir: Góða, Ísakøld, Meistarin og Frankensteins iskiaz
  • 1999 - Svart og hvítt, single við tveimum sangum: Svart og hvítt og Feel It

Heiður

rætta

Keldur

rætta
  1. rateyourmusic.com, Taxi