Tá deyðin verður avdúkaður

Tá deyðin verður avdúkaður er ein greinarøð frá 2010, skrivað av rithøvundinum Høgna Mohr. Hetta er ein greinarøð, við sjey subjektivum greinum, um lívið á Landssjúkrahúsinum.

Søgugongd

rætta

Nakrar mánaðir í 2007 arbeiddi Høgni Mohr sum dokumentaristur á landssjúkrahúsinum. Frá leiðsluni fekk hann fríar teymar at eygleiða og skalfesta upplivingarnar, hann hevði saman við ymisku starvsfólkunum og sjúklingunum. Næstan alla tíðina var blaðmaðurin flugan á vegginum. Í greinarøðini leggur Høgni Mohr dent á beinleiðis sambandið millum sjúkrahúsfólk og sjúkling.

Les eisini

rætta

Mohr, Høgni (2006) Ali babba: og 49 aðrar blaðgreinir. Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880501

Tekstirnir hjá Høgna Mohr eru alt annað enn knappir og orðafátækir. Teir eru litríkir, inniligir og ofta sera undirhaldandi sum hjá einum rithøvundi. Sum lesari merkir tú, at Høgni hugnar sær, meðan hann skrivar, og tú sært hann næstan fyri tær, tá hann nøgdur rakar seymin á høvdið við sínum øðrvísi orðingum. Vónandi verður hansara skriviháttur nýttur sum dømi um góðan og fyrimyndarligan skrivihátt í skúlunum[1]  - Uni Arge, journalistur.

Mohr, Høgni (2017) Fractura nasi. Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880525. Kirsten Brix týtt til danskt 2019. Danskt heiti: Rejse for livet. Forlag, Amanda Books. Seld til filmframleiðslu í 2018.

Hon er í passandi flogferð, skrivingin. Floygd, sum eingin annar tekstur eg nýligani havi lisið. Síðst eg kendi meg so væl í felag við hin skrivandi var, tá eg læs Bommhjarta hjá Jóanesi Nielsen, sum kom í fjør. Ein smittandi respektleys søga, sum hemningsleys gongur sínar egnu leiðir. Men aftanfyri hómast ein leitan eftir egnum upphavi. Hví bleiv eg sum eg bleiv, er skuggaspurningur høvundans[2]  - Birgir Kruse, ummælari.

Mohr, Høgni (2018) Slepp tær til heiti fani. ISBN 9789991880532. Tekningar Astrid Andreasen.

Tað smakkar bara so væl at lesa hasi orðini. Ikki tí eg havi nakað ímóti Gerhardi ella Javnaðarflokkinum í Avhaldslosjuni, men bara tí at eg síggi spælandi orðalagið, sum ikki er eitt stívrent kvæðaørindi at fáa bókstavarím til skúlabrúks, men beint fram brúksføroyskt loyst úr lagdi[3]  - Birgir Kruse, ummælari.

Mohr, Høgni (2019). mær dámar ikki høgna hoydal (in Faroese). Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880549.

Týtt og ritstjórnað

rætta

2006 - Askur og Embla (týtt), Bókadeild Føroya lærarafelags, 204 síður.

2013 - Sannleikin um ástarævintýrið (týtt og ritstjórnað), Øgiliga egið forlag, 35 síður.

Keldur

rætta
  1. Arge, Uni. "Fjølmiðlar sum listagrein, s. 53". Birgir Kruse. https://snar.fo/uploads/tx_tcresources/Fjoldmidlar_net.pdf. 
  2. Kruse, Birgir. "Høgni í útbroti". http://birkblog.blogspot.com/2017/09/hgni-i-utbroti.html. 
  3. Kruse, Birgir. "Tá Gerhard varð lúnsjaður í Losjuni". http://birkblog.blogspot.com/search?q=slepp+tær+til+heiti+fani.