Kirsten Brix (f. 15. november 1947 í Give, Danmark) er føroyskur/danskur rithøvundur, týðari og lektari í týskum, donskum og føroyskum. Hevur verið í føstum starvi á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Tórshavn síðani 1975. Vardi í 2002 á Fróðskaparsetri Føroya Ph.D.-ritgerðina Dialog i Babelstårnet um prosuskaldskapin eftir Regin í Líð. Gift við Hanusi Kamban, tey eiga tveir synir.[1]

Útgávur rætta

  • Drongurin, ið tikin varð av sjótrødlakonginum (ævintýrgreining). Varðin, bd. 59, 1992.
  • Um føroyskar bókmentir í Avsändare Norden. Den nya prosan. 1996.
  • Moders mål og faders tale. Sprog i Norden, 1998.
  • Regin í Líð og nýbrotið. Bragi, nr. 2, 2000.
  • Hans Andrias Djurhuus: Álvaleikur. Analyse af udvalgte emner med henblik på litteraturhistorisk bestemmelse. Fróðskaparrit, bd. 58, 2001.
  • Eyðun og selvmordet: Punktanalyse af den færøske forfatter Regin í Líðs dagbogsnovelle Eyðun. On the Threshold: New Studies in Nordic Literature. Edited by Janet Garton and Michael Robinson. Narvik Press 2002.
  • Dialog i Babelstårnet. Analyse af Regin í Líðs fiktive prosaforfatterskab. Annales societatis scientiarum Færoensis. Supplementum XXXIV. Tórshavn 2002.
  • Upplýsingarhugtakið og Regin í Líð. Frøði, 1/2003.
  • Paul Celan: Todesfuge. Ein stutt lýsing. (Bókmentaljós. Heiðursrit til Turið Sigurðardóttur. Fróðskaparfelagið 2006)
  • Les Ástøði. Føroya Skúlabókagrunnur 2009.
  • "Á slóðini eftir Darwin í verkum hjá Regini í Líð", Frøði, 1/2009
  • "Menningarástøði og hugmyndafrøði. Brotmynd í 4 pørtum um vald og kyn við støði í bókmentaligari viðgerð". Fróðskaparrit, 57/2009

Týðingar rætta

Kirsten Brix hevur týtt hesar bøkur úr føroyskum til danskt:

Heiður rætta

Kirsten Brix fekk á ársaðalfundi hjá Yrkisfelagnum 25. januar 2013 handað árligu útbúgvingvarvirðislønina, sum er á 5000 krónur. Yrkisfelagið (YF) er fakfelagið fyri m.a. studentaskúlalærarar og handilsskúlalærarar. Í grundgevingini fyri virðislønina verður m.a. víst til, at Kirsten Brix hevur verið virkin at gera tilfar og skipa fyri skeiðum, ið aðrir lærarar hava fingið nógv burturúr. Eisini hevur hon saman við øðrum skipað og útgivið bøkur til undirvísing í føroyskum á miðnámskúlastigi.[3]

Keldur rætta

  1. "Bokasolan.fo". http://www.bokasolan.fo/rithovundasavn/ASP_filar/11151947_brix_kirsten.asp. Heintað 2011-05-09. 
  2. Bog.nu, Kirsten Brix[deyð leinkja]
  3. Aktuelt.fo[deyð leinkja] Kirsten Brix heiðrað