Tann svarti svanin (latín Cygnus atratus) er av dunnuættini. Tann svarti svanin hoyrir ikki heima í evropeiska fuglaheiminum, men hann hevur álíkavæl klára at búsett seg í fleiri londum, millum annað í Týsklandi og í Stóra Bretlandi. Eisini eru svartir svanar sæddir um alt Danmark seinnu árini. Tá evropear komu til Avstralia á fyrsta sinni, sóu teir ein bólk av svørtum svanum. Hetta var ongantíð sæð fyrr av evropeum, tí í okkara hugaheimi er ein svanur hvítur. Hann er eisini innfluttur til Nýsælands. Tann svarti steggin er vanliga sótsvartur, hevur svørt bein og eitt reytt nev. Honin er eitt sindur minni og hevur eitt nev sum ikki er líka reytt sum hjá steggjanum. Ungarnir eru grábrúnir og hava grátt nev.

Svartisvanur.
Cygnus atratus

Í m.a. 2014 sóu fólk á Skála ein svartan svana við Prestá. Ikki er greitt hvussu leingi hann hevur verið í Føroyum, og um hann hevur fylgi av fleiri svørtum svanum. Tað er sera sjáldsamt at síggja tann svarta svanan í Føroyum.

Fuglabókin

rætta

Stundum ala teir hann í dýragørðum í Evropa, og í einum landsynningsstormi var ein komin í túnið í Sørvági kanska úr Onglandi. Hann var spakur og sera vakur. Størstu veingjafjaðrarnar vóru hvítar; annars var hann svartur, uttan nevið, sum var fagurt reytt við einari hvítari rond tvørturum. Fjaðrarnar omaná lagaðu seg í vøkrum bylgjum tvørtur. eftir veingjunum og bakinum. Hann varð sleptur á Leitisvatn og livdi har í nøkur ár. Sera fólkaalskin var hann, kom stundum tætt til fólk og fylgdist so við teimum. Mong kendu tað sum ein sakn, tá ið hann var deyður [1].

Sí eisini

rætta

Keldur

rætta
  1. Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið