Suðurkalifornia

(Ávíst frá Suður-Kalifornia)

Suðurkalifornia (Southern California á enskum) er eitt landafrøðilig øki í Kalifornia í USA. Suðurkalifornia fevnir um San Bernardino County, Los Angeles County, Ventura County, San Diego County, Riverside County, Orange County og Imperial County. Los Angeles er næststørsti býur í USA og liggur í Suðurkalifornia. Aðrir stórir býir eru San Diego, Long Beach, Bakersfield og Anaheim. Veðurlagið er turt og heitt, og landslagið berligt, helst fyri eystan, men fram við Kyrrahavi er lendið fruktabetri. Fleiri milliónir ferðafólk koma til Suðurkalifornia á hvørjum ári at njóta góða veðrið. Veðurlagið har er nakað sum í londunum í Suðurevropa.

Suðurkalifornia á korti yvir Kalifornia; Suðurkalifornia er merkt við reyðum.

Tann spanskttalandi parturin av íbúgvum er í stórum vøkstri bæði í nøgd og búskapi. Næstan helvtin (44,9 % í 2010) av fókinum í Suðurkalifornia er ættað úr Meksiko [1]. Tá ið Meksiko tók loysing frá Spania í 1821, var Kalifornia partur av Meksiko. Í 1846 bað Kalifornia um at verða limað inn í USA. Tað varð atvold til kríggj ímillum Meksiko og USA í 1846-1848. Kalifornia bleiv alment lutstatur í USA 9. september í 1850.

Territory of Colorado var ein roynd at gera ein part av Suðurcalifornia til ein nýggjan stat (og hevur einki at gera við núverandi statin Colorado). Nýggi staturin varð skotin upp í 1859 sum eitt mótmæli móti høga skattatrýstinum, sum varð lagt í umráðnum. Til dømis rindaðu teir dupult so nógv í skatti sum námsarbeiðarar í økinum. Oddamaður fyri uppskotinum var Andres Pico, sum legði uppskot fyri kongressina um at stovna nýggja statin.

Myndasavn

rætta

Kelduávísingar

rætta
  1. http://www.usc.edu/schools/price/research/popdynamics/pdf/2012_Lou-etal_Racially-Balanced-Cities.pdf
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið