Storkur
Storkur (frøðiheiti - Ciconia ciconia) er millum hegra og trana til støddar, hálslangur og beinlangur. Liturin er hvítur við svørtum flogfjøðrum, bein og nev eru reyð. Hann eigur mest í Miðevropa, og kemur ongantíð norður um Danmørk. Tað er so sjaldsama fólkaalskin fuglur, at teir allarflestu eiga uppi á hústekjum. Bøndurnir leggja eitt gamalt vognhjól upp á mønina á fjósinum ella á sethúsunum, og storkarnir gera sær reiður í tí.
Storkur | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
Um veturin eru teir suðuri í Afrika. Sum okkum her um várið leingist eftir tjøldrunum, so leingist donskum børnum eftir storkinum. So ein góðveðursdag síggja tey eitt koma høgt uppi í lofti, storkurin! Hann ringir seg niðureftir, og skjótt situr hann í sama reiðrinum, sum hann hevði í fjør. Hetta er storkapápin. Nú fer hann at reinsa reiðrið, og bøta upp á tað við greinum, sum hann brýtur sær úti á skóginum. Nakrar dagar seinni kemur kona hansara; og ei dáni í, at hon er blíð, nú hon finnur alt væl tilgjørt. Tey heilsa hvørjum øðrum við at ringla hart við nevinum, tí storkur hevur einki mál. Men er annað deytt, so fær hitt sær nýggjan maka; og menn vita vist, at sama reiðrið hevur verið íbygt í meir enn 100 ár. Fyri uttanhýsis fólki er storkur styggur, men húsfólkið kennir hann væl og leggur ikki í, um tey koma honum nær, tó letur hann seg ikki taka; fríur fuglur vil han vera.
Sí eisini
rættaKeldur
rætta- Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.