Trani
Trani (frøðiheiti - Grus grus) líkist hegra í vakstrarlag, men er nógv størri. Hann er mest gráur við svørtum barka og reyðum, berum skalla. Hann eigur um mesta partin av Evropa og Vesturásia. Í Føroyum er hann bara sæddur einar tríggjar ferðir. Trani er av allarklókastu fuglum. Stundum koma nógvir saman og stuttleika sær við at leika og dansa. Tá hava teir altíð ein standandi burturfrá, til at skimast eftir, um nakar vandi er á veg. Tí trani er sera varin fuglur og reiðrast helst har, sum fólk minst kemur. Men tamdur trani verður sera alskin við húsfólkið og eltir ofta eigarmannin sum hundur. Summstaðni hava teir trana til at sita hjá neytum, og teir siga, at tað dugir hann líka væl sum klókastu hundar.
Trani | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
Sí eisini
rættaKeldur
rætta- Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.