Stjórnin
Stjórnin er ein íslendskur rokkbólkur úr Reykjavík. Tað eru tey bæði Grétar Örvarsson, føddur 11. juli 1959, og Sigríður Beinteinsdóttir, fødd 24. juli 1962, sum mynda bólkin. Stjórnin umboðaði Ísland til Eurovision sangkappingina í 1990 í Zagreb við sanginum "Eitt lag enn". Sangurin gjørdist nummar fýra av 22 sangum. Tvey ár seinni luttóku tey bæði aftur í Eurovision sangkappingini, hesaferð við tónleikabólkinum Heart 2 Heart við sanginum "Nei eða ja". Hesin sangurin gjørdist nummar sjey av 23 í Malmø.
Limir
rætta- Grétar Örvarsson
- Sigríður Beinteinsdóttir
Útgávur
rætta- Eitt lag enn (1990)
- Tvö líf (1991)
- Stjórnin (1992)
- Rigg (1993)
- Stjórnarlögin 1989—1995 (1995)
- Sumar nætur (1996)
- Stjórnin @ 2000 (1999)
Keldur
rætta