Stig Rästa
Stig Rästa (føddur 24. februar 1980) er ein estiskur sangari og sangskrivari. Hann fer at umboða Estland í Eurovision Song Contest 2015 saman við Elina Born.
![](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/a/ab/20150515_ESC_2015_Elina_Born_%26_Stig_R%C3%A4sta_6976.jpg/220px-20150515_ESC_2015_Elina_Born_%26_Stig_R%C3%A4sta_6976.jpg)
Millum 2002 og 2006 var hann limur í orkestrinum Slobodan River saman við Ithaka Maria og Tomi Rahula. Síðan 2006 hevur hann spælt við Traffic og síðan 2010 hevur hann harumframt spælt við Outloudz.