Steve Harris (føddur 12. mars, 1956 í Leytonstone, London, Ongland) og er sjálvlærdur bassistur. Sum tannáringur stovnaði Steve saman við Dave Murray, tungmálmsbólkin Iron Maiden í mai 1975. Teir eru teir einastu limirnir, sum hava verið skrásettir á øllum Iron Maiden plátunum. Steve Harris verður av nógvum fólki róptur at verða tann dugnaligasti bassistur í heiminum. Hann eigur eina dóttur, sum eitur Lauren Harris.

Steve Harris í 2006

Sjálvur vil Steve Harris nokk peika uppá Geddy Lee frá Rush, sum heimsins dugnaligasti bassistur, tí Geddy hevur verið ein stór inspiratión fyri hann – hendan inspiratiónin framgongur týðiligani á Iron Maiden plátuni, The Final Frontier.

KeldurRætta


Slóðir úteftirRætta

Sí miðlasavnið