Steinn Steinarr
Steinn Steinarr (13. oktober 1908 – 25. mai 1958) var ein undangongumaður innan modernistiska yrking í Íslandi. Steinn Steinarr er skaldanavn fyri Aðalsteinn Kristmundsson. Hansara yrkingar eru kenslubornar og stílreinar, einfaldar, men stundum myndaríkar. Steinarr verður taldur millum fremstu íslendsku yrkjararnar í 20. øld. Yrkingin Barn er úr savninum "Ljóð", sum kom út í 1937.
Hann var føddur í Nauteyrarhreppi á Norðurlandinum í Íslandi, men flutti ungur til Reykjavíkar.