Spice Girls var ein enskur gentutónleikabólkur, sum varð stovnaður í 1994. Síðan tá hevur bólkurin selt yvir 80 milliónir album og stakløg. [1]

Spice Girls

Tað var Chris Herbert, ið fekk tað hugskot at seta saman ein gentubólk, ið kundi fáa eins stóra sukse sum dreingjabólkurin Take That. Chic Murphy fíggjaði verkætlanini, og Herbert fór í gongd við at lýsa eftir gentum til bólkin í blaðnum Stage. Manager hjá gentubólkinum gjørdist Simon Fuller. Fimm ungar gentur vóru valdar út til nýggja tónleikabólkin, ið fekk navnið Spice Girls. Skjótt fingu tær eyknevni, ið øll enda við Spice: Melanie Brown ("Scary Spice"), Melanie Chisholm ("Sporty Spice"), Emma Bunton ("Baby Spice"), Geri Halliwell ("Ginger Spice") og Victoria Beckham, fødd Adams ("Posh Spice"). Tær fingu plátusáttmála við Virgin Records og útgóvu fyrstu stakfløguna "Wannabe" í 1996, sum gjørdist nummar eitt á hittlistum í meira enn 30 londum, og hjálpti við til at etablera bólkin sum eitt altjóða fenomen. Fyrsta album teirra, Spice, seldi meira enn 28 milliónir eintøk kring allan heimin, og gjørdist bestseljandi album hjá einum gentubólki í alheims tónleikasøguni. Tær hava selt yvir 80 milliónir tónleikaútgávur, sum ger tær til mest-seljandi gentutónleikabólk yvirhøvur og ein av best-seljandi popbólkunum gjøgnum tíðirnar.

Útgávur

rætta

Keldur

rætta
  1. entertainment.timesonline.co.uk[deyð leinkja]

Ávísngar úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið