Melanie Jayne Chisholm ella bara Melanie C (fødd Melanie Jayne Chisholm) er ein enskur popsangari og tónleikari. Hon er fødd 12. januar 1974 í Widnes, Cheshire í Stóra Bretland. Melanie C er ein av stóru stjørnunum í gentubólkinum Spice Girls. Melanie C telist millum størstu poppstjørnur í Bretlandi seinastu 10 árini. Gjøgnumbrotið kom í mætasta gentubólkinum nakrantíð, Spice Girls, men eftir at Spice Girls góvust at spæla, hevur Melanie C eisini gjørt um seg sum solistur. Hon hevur selt 3 milliónir fløgur, hevur havt seks sangir á topp-10 í Bretlandi, og samanlagt hevur hon verið á bretska hitlistanum í meira enn 200 vikur. Millum hennara kendastu sangir sum solistur eru I Turn To You, Northern Star og Never Be The Same Again. Melanie C hevur verið við til at skriva 11 sangir, sum hava verið nummar 1 í Onglandi, og hon er einasta kvinnan, sum hevur verið ovast á hitlistanum í Bretlandi bæði sum solistur og partur av einum bólki.

Melanie Chisholm

Útgávur rætta

Ár - Fløgu - UK - S - D

  • 1999 - Northern Star - 4 - 1 - 7
  • 2003 - Reason - 5 - 38 - 13
  • 2005 - Beautiful Intentions - 24 - 31 - 15
  • 2007 - This Time - 57 - 48 - 15

Útvortis ávísing rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið