Spæliplássið í miðbýnum

Gamla spæliplássið í miðbýnum í Vàgi hevur verið sera kærkomið hjá okkara børnum og hjá okkara ungu í eitt mannaminni.

Hinvegin var spæliplássið sera illani farið og her mátti henda nakað, reint kommunalt.

Ja, í áravís hava ætlanir verið um "gamla spæliplássið í mibýðnum í Vági ' at her mátti gerast nakað – reint politiskt, og fleiri góð huskot eru eisini komin millum ár og dag. Men eingin støða var tikin, møguliga tí at hugskotini vóru fleri og ringt var at finna rættu avgerðina. Hinvegin fekk málið um spæliplássið, eina góða vend í 2024.

Har Vágs kommuna avgjørdi í 2024, at spæliplássið skuldi dagførast og nýggja spæliplássið stendur nú sum eitt prýði í miðbýnum í Vági.

Spæliplássið í miðbýnum er granni við UDB ungdómshúsið og fiskaplássið á Løðhamri. Alt hettar gerð miðbýin í Vági til eitt sera áhugavert miðsavningarstað, sum fær okkum øll at blóma víðari.